Nøgdin av toski á Føroyabanka er aftur minkað munandi. Á heystyvirlitstrolingini hjá Havstovuni í september var miðalveiðan um 85 kilo av toski um tíman. Í fjør var hon um 190 kilo um tíman.
Hetta er triðja árið á rað, at veiðan av toski minkar eftir høga støðið í 2023. Sambært túrfrágreiðingini er miðalveiðan nú nakað undir langtíðarmiðalinum. Mestur toskur varð fingin á grynra partinum av Bankanum.
Yngri toskur sæst í stovninum
Kanningin gav tó eisini ábendingar um yngri fisk. Umframt stóran tosk varð eisini fingið av smærri toski, sum var 30–40 og 60–80 sentimetrar til longdar.
Sambært Havstovuni bendir hetta á, at yngri fiskur er á veg inn í stovnin. Enn er tó ov tíðliga at siga, hvussu sterk tilgongdin verður. Størri toskurin tykist samstundis vera rakari enn seinastu tvey árini.
Nógv hýsa – og óvanliga nógv av upsa
Hýsa var tað fiskaslagið, sum mest varð fingið av. Miðalveiðan var um 920 kilo um tíman. Tað er minni enn í fjør, men framvegis væl oman fyri miðaltalið fyri alt kanningartíðarskeiðið.
Eisini varð óvanliga nógv fingið av upsa. Miðalveiðan var um 350 kilo um tíman, sum er hægsta virðið í allari tíðarrøðini. Havstovan vísir tó á, at eitt sera stórt hál hevði stóra ávirkan á úrslitið.
Eisini varð nógv fingið av gulllaksi. Miðalveiðan var um 150 kilo um tíman.
Jákup Sverri kannaði allar 29 trolstøðirnar á Føroyabanka. Endamálið við kanningini var at fáa tilfar til stovnsmetingar av toski, hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum.