Ongi úrslit

Stór broyting í Íleggingargrunninum: Bara tríggir stýrislimir verða eftir

Stýrið í Íleggingargrunninum fyri Føroyar verður skert úr fimm í tríggjar limir, og valskeiðið hjá stýrislimunum verður stytt úr fýra árum í tvey.

© Micheile Henderson / Unsplash
Nýggjar reglur eru settar í gildi fyri Íleggingargrunnin fyri Føroyar.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Nýggjar reglur eru settar í gildi fyri Íleggingargrunnin fyri Føroyar. Stýrið verður skert úr fimm í tríggjar limir, og valskeiðið hjá stýrislimunum verður stytt úr fýra árum í tvey ár.

Broytingarnar eru ásettar í nýggjari kunngerð frá Fíggjarmálaráðnum. Tað er landsstýrisfólkið, sum velur stýrið í grunninum.

Landsbankin kann røkja virðisbrøvini

Stýrið fær eisini heimild til at gera avtalu við Landsbanka Føroya um at røkja virðisbrøv og gjaldføri hjá grunninum.

Nýggjar reglur verða eisini settar fyri ársfundin. Hann skal haldast á hvørjum ári fyri 1. mai, og landsstýrisfólkið skal luttaka.

Á ársfundinum skal stýrið millum annað greiða frá virksemi grunsins í farna roknskaparári. Grannskoðaða ársfrásøgnin skal leggjast fram, støða skal takast til nýtsluna av ársúrslitinum, og grannskoðari skal veljast.

Kunngerðin varð givin út 24. august 2026 og kom í gildi 25. august.

Mest lisið hesa vikuna

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01

Skipanes er handað Smyril Line

25. august kl. 13:28

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

Í gjár kl. 21:18