Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn fekk hvørki viðmerkingar ella átalur, tá ið Styrelsen for Patientsikkerhed var á eftirlitsvitjan.
Tað er niðurstøðan í endaligu eftirlitsfrágreiðingini. Sambært Landssjúkrahúsinum merkir úrslitið, at einki varð funnið, sum kundi hava negativa ávirkan á sjúklingatrygdina.
Heilivágur varð kannaður
Undir eftirlitinum varð serliga hugt at handfaringini av heilivági. Mannagongdir, heilivágslistar og arbeiðshættir vórðu gjøgnumgingin.
Einki var at seta fingurin á. Alt livdi upp til krøvini.
Viðurkenning av arbeiðinum
Í frágreiðingini verður staðfest, at arbeiðið á Sjúklingahotellinum er væl skipað. Dentur verður lagdur á góðar mannagongdir og trygga handfaring av heilivági.
Landssjúkrahúsið sigur, at úrslitið er ein stór viðurkenning av arbeiðinum, sum starvsfólkini á Sjúklingahotellinum gera hvønn dag fyri føroyskar sjúklingar og avvarðandi í Danmark.