Ongi úrslit

Størsta broytingin í 20 ár: ES styrkir rættindini hjá flogferðafólki

Flogferðafólk varðveita rættin til endurgjald eftir tríggjar tímar, meðan flogfeløg skulu kunna betur um viðføri, endurgjald og heimferðir.

© Ross Parmly / Unsplash
Edmund Jacobsen
9 tímar síðan

Evropaparlamentið og Ráðið í ES eru komin ásamt um størstu broytingina í rættindunum hjá flogferðafólki í meira enn 20 ár.

Avtalan varðveitir rættin til endurgjald, tá ein flogferð verður avlýst ella seinkað í minst tríggjar tímar.

Endurgjaldið verður umleið 1.865 krónur fyri flogferðir, sum eru styttri enn 1.500 kilometrar. Fyri flogferðir millum 1.500 og 3.500 kilometrar verður endurgjaldið umleið 2.984 krónur. Fyri flogferðir, sum eru longri enn 3.500 kilometrar, verður tað umleið 4.476 krónur.

Flogfeløg skulu kunna innan 96 tímar

Ein týðandi broyting er, at flogfeløg skulu kunna ferðafólk um rættindi teirra og um mannagongdina, tá søkt verður um endurgjald. Kunningin skal latast í seinasta lagi 96 tímar eftir eina avlýsing ella seinking.

Reglurnar um óvanligar umstøður, sum kunnu frítaka flogfeløg frá at rinda endurgjald, verða eisini nágreinaðar. Endamálið er at tryggja eina javnari tulking av reglunum í øllum ES-londum.

Prísir skulu samstundis gerast greiðari og lættari at samanbera. Hetta fevnir eisini um gjøld fyri handviðføri.

Heimferðin kann ikki longur strikast

Flogfeløg kunnu ikki longur nokta ferðafólki at nýta heimferðarseðilin, hóast tey ikki nýttu fráferðina. Flogfeløgini kunnu heldur ikki krevja eyka gjald fyri at loyva teimum at fara við heim.

Ferðafólk við skerdum førleika fáa harumframt betri hjálp, tá flogferðir verða avlýstar ella seinkaðar. Neyðug rørsluhjálpartól skulu eisini verjast betur.

Avtalan er ikki endaliga samtykt enn. Evropaparlamentið og Ráðið í ES skulu fyrst formliga góðkenna hana. Nýggju reglurnar koma í gildi 12 mánaðir eftir, at tær eru samtyktar og kunngjørdar.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02