Klædnaatstøðingar frá Glasi kunnu nú fáa stytt munandi um útbúgvingartíðina, um tey halda fram á donsku útbúgvingini til klædnahandverkara.
Yrkisnevndin fyri klædnahandverkaraútbúgvingina í Danmark hevur gjørt av, at føroyska útbúgvingin gevur stytting upp á tvey ár og tveir mánaðir.
Fulla útbúgvingin í Danmark tekur trý ár og fýra mánaðir. Tað merkir, at ein klædnaatstøðingur frá Glasi kann gerast klædnahandverkari eftir einum ári og tveimum mánaðum.
Glasir fegnast um niðurstøðuna
Glasir upplýsir, at hettar er ein greið viðurkenning av klædnaatstøðisútbúgvingini og eitt stórt herðaklapp til skúlan.
Útbúgvingin varð í fjørheyst umrødd sum ein útbúgving, ið ikki var førleikagevandi. Tað var Glasir ikki samt í.
Útbúgvingin varð varðveitt
Klædnaatstøði og tilvirkisatstøði vórðu strikaðar úr fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026. Tað elvdi til atfinningar frá næmingum, lærarum og leiðslu á Glasi.
Endin varð, at avgerðin varð broytt. Útbúgvingarnar skuldu bjóðast út skúlaárið 2026/27, meðan viðurskiftini vórðu kannað nærri.
Ein nýggjur flokkur í klædnaatstøði byrjar á Glasi í august 2026.