Ongi úrslit

Stórur áhugi fyri vinnuferðini til Grønlands

50 fyritøkur og fleiri enn 90 luttakarar hava longu meldað seg til vinnuferðina til Grønlands. Freistin at melda til er 15. juni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag
4. juni kl. 19:30

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um stóru undirtøkuna fyri ferðini, sum verður í døgunum 29. september til 2. oktober 2026.

Á skránni verða vitjanir, framløgur og fundir við viðkomandi aktørar í Grønlandi. Dentur verður lagdur á bæði fakligt innihald og netverkan, og tíð verður eisini sett av til, at luttakarar kunnu røkja síni egnu sambond.

Freistin at melda til er 15. juni 2026. Tilmelding og nærri kunning eru at finna her.

Hevur tú spurningar um tilmeldingina, kanst tú venda tær til Óla Ejdesgaard frá 62N á oli@62n.fo ella 733525.

Hevur tú spurningar um sjálva ferðina, kanst tú venda tær til Alva Hjelm, ráðgeva í Vinnuhúsinum, á alvi@industry.fo ella 739908.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

15 tímar síðan