Føroyska manslandsliðið í fótbólti skal spæla móti Kasakstan, og undan dystinum hevur Hagstova Føroya hugt nærri at teimum báðum londunum.
Munurin er ikki minst sjónligur, tá hugt verður at fólkatalinum.
Í Føroyum búgva umleið 55.700 fólk, meðan Kasakstan hevur góðar 20,6 milliónir íbúgvar. Tað merkir, at fyri hvønn íbúgva í Føroyum eru umleið 370 íbúgvar í Kasakstan.
Munurin á víddini er uppaftur størri.
Føroyar fevna um 1.396 ferkilometrar, meðan Kasakstan er heilar 2.724.911 ferkilometrar til støddar. Kasakstan er sostatt næstan 2.000 ferðir størri enn Føroyar.
Føroyingar liva longri
Hagtølini vísa eisini mun á livialdrinum.
Miðal livialdurin í Føroyum var 81,6 ár í 2025, meðan hann í Kasakstan var 72,2 ár.
Arbeiðsloysið er eisini lægri í Føroyum. Í 2026 er tað 1,1 prosent í Føroyum samanborið við 4,9 prosent í Kasakstan.
Eitt heldur øðrvísi hagtal er talið av biografum. Føroyar høvdu ein biograf í 2025, meðan Kasakstan hevði 118.
Makrelur úr Føroyum – klæðir úr Kasakstan
Handil er eisini millum londini.
Í fjør innfluttu Føroyar vørur úr Kasakstan fyri umleið 310.000 krónur. Talan var serliga um shorts, blusur og línfræ.
Hinvegin útfluttu Føroyar makrel til Kasakstan fyri slakar fimm milliónir krónur.
Hagstovan hevur eisini funnið eitt heldur serligt samband millum londini. Vanligasta dreingjanavnið í Kasakstan í ár er Alan. Í Føroyum fekk eingin nýføðingur navnið Alan ella Allan í fjør.
Nú verða hagtølini kortini løgd til viks, tí tað verður á fótbóltsvøllinum, at Føroyar og Kasakstan skulu gera av, hvør stendur seg best.