Ongi úrslit

Stórur tørvur á fleksiblum útbúgvingarleisti fyri heilsustarvsfólk

Tíðindaskriv
5. mai kl. 15:44

Tórshavnar kommuna hevur leingi samskift við landsstýrið og Heilsuskúlan um fleksibla útbúgving av starvsfólkum innan eldraøki. Hetta tí at okkum tørvar ein leist, har starvsfólk, sum longu eru á eldraøkinum, kunnu førleikamenna seg og útbúgva seg sum heilsurøktara ella heilsuhjálpara, meðan tey partvíst eru í starvi.

Nú hevur útbúgvingarráðið góðkent merittútbúgving til heilsuhjálparar og eina fleksibla útbúgving til heilsurøktarar, og líkt er tí til at vit fáa ein kærkomnan styrk til eldraøkið!

Bara í Tórshavnar kommunu hava vit tørv á 150 heilsurøktarum, samstundis sum vit hava tørv á fleiri heilsuhjálparum og sjúkrarøktarfrøðingum.

Somuleiðis eru fleiri starvsfólk, sum hava verið leingi á eldraøkinum og kundu fingið stóran ágóða av merittútbúgvingini til heilsuhjálpara.

Í fíggjarætlanini fyri 2026 hevur Tórshavnar kommuna sett fígging av til útbúgving av heilsustarvsfólk, og vit eru tí klár at taka av nýggju møguleikunum.


Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

20 tímar síðan

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17