Ongi úrslit

Strika nú eitt útskeldað krav fyri at sleppa á miðnámsskúla

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fer nú at strika kravið um, at næmingar skulu havt týskt fyri at sleppa á hugbreytina á miðnámsskúlunum kring landið.

Hetta er eitt umstrítt krav, sum nógv hava illneitast inn á, tí tey hava ikki dugað at skilt, hví tað skal vera neyðugt.

Hetta hevur verið eitt síðani 2023, men síðani er talið á umsøkjarum til hugbreytina minkað nógv. Í 2022 var umsøkjaratalið 154, men í 2025 var tað bara 88. Í ár vóru 73 umsøkjarar tá ið umsóknarfreistin var farin.

Áður hevur umsøkjaratalið verið uppaftur størri, onkur ár omanfyri 200 umsøkjarar.

Fyri at geva fleiri ungum møguleikan at søkja á hugbreytina, verður kravið um at hava týskt í framhaldsdeildini, strikað.

Ein grundgeving fyri at strika kravið, er, at tað er ikki rætt at børnini, longu í 7. flokki, skulu noyðast at velja sær eina lívsleið við at velja týskt, ella onkra aðra lærugrein í framhaldsdeildini.

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Danskur Alzheimer-sjúklingur fingið positiv boð

20. august kl. 21:01

Veðrið

23. august kl. 15:29