Ongi úrslit

Studentarball og klipp í koyrikort

Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Ferðslueftirlitið hjá løgregluni var úti í gjár, og fleiri bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra skjótari enn loyvt er.

Tveir bilførarar vóru tiknir fyri so álvarslig ferðslubrot, at teir standa til treytaða frádøming av koyrikortinum.

Teir vórðu máldir at koyra ávikavist 93 og 95 kilometrar um tíman á einum vegastreki, har mesta loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman.

Harumframt fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt skjótari enn loyvt.

Tann eini koyrdi 81 km/t har loyvda ferðin er 60 km/t. Tveir aðrir koyrdu ávíkavist 75 og 77 km/t har loyvda ferðin er 50 km/t.

Í gjárkvøldið var eisini ein tikin í Suðustreymoy og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Løgreglan fór í morgun út til eina studentaveitslu, har tey ungu hildu nógvan gang. Tey vóru fitt og til at práta við og dempaðu seg, sigur vakthavandi á støðuni.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14