Ongi úrslit

Stuðulin úr ALS hækkar nakrar hundrað krónur

Áki Bertholdsen
21. mai kl. 10:17

Nú er stuðulin, arbeiðsleys fáa úr ALS, hækkaður.

Orsøkin er, at semja er gjørt ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini, sum hevur við sær, at lønin hjá fastløntum arbeiðarum hækkaði 1. mai 2026.

Hægsti arbeiðsloysisstuðul er 80% av lønini hjá fastløntum arbeiðarum sambært galdandi sáttmála. Við nýggju semjuni hækkar mánaðarlønin hjá fastløntum arbeiðarum úr 28.043,06 krónum, upp í 28.765,85 krónur

 Sostatt hækkar hægsti arbeiðsloysisstuðulin úr 1.064,08 krónum um dagin, upp í 1.091,51 krónur um dagin. Í miðal hækkar stuðulin sostatt úr 22.434,45 krónum um mánaðin, upp í 23.012,75 krónur um mánaðin.

Við hesi broytingini er hægsti arbeiðsloysisstuðul hækkaður tilsamans 4.512,75 krónur, ella sløk 25 prosent, síðani í mars mánaði í fjør.

https://www.als.fo/fo/um-als/tidindi/arbeidsloysisstudulin-haekkadi-11-mai

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

19 tímar síðan