Ongi úrslit

Stuttleikabátar sum koma til Føroya skulu kannast fyri rúsevni

Áki Bertholdsen
4. august kl. 11:32

Rúsevnasmugling er ein stórur trupulleiki í Føroyum og í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni verður nógv gjørt burtur at greiða frá, at endamálið er at gera nakað við tað.

Eitt nú sigur løgmaður, at eftirlitið við markið skal herðast - men hann sigur ikki so nógv um, hvussu tað skal gerast.

Men tveir av samgongufeløgunum hansara hava nøkur uppskot um, hvussu tað kann gerast.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur heldur, at Vørn eigur at fáa til uppgávu til at fara umborð á stuttleikabátar at kanna teir áðrenn teir leggja at landi fyri at vit um teir hava rúsevni umborð.

Hon heldur eisini, at vit eiga at bera so í bandi, at donsku verjuskipini, sum eru undir Føroyum, skulu gera tað sama.

Hon veit um sama stuttleikaskip, sum hevur verið í Føroyum tíggjutals ferðir upp á eitt summar. Og tað undrar hana tí hon dugir ikki at síggja hvat tað er, sum er so spennandi her, at tað er neyðugt at koma so ofta.

– Eg sigi ikki at tey smugla, men tað er vert at kanna, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Partamaður hennara, Fróði Magnussen spyr eisini um tað ikki hevði verið ein máti at hava nakrar BIP havnir í Føroyum. BIP stendur fyri »Border Inspection Post« og tað eru havnir, skip og bátar fyrst skulu fara til at verða tollavgreitt, áðrenn tey annars ferðast runt í landinum.

Tað hevði tryggjað okkum, at skip og bátar altíð verða tollavgreitt, áðrenn tey koma til Føroya, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

20 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39