Tað er eingin loyna, at flotin hjá Strandferðsluni treingir til at verða endurnýggjaður. Og undanfarna samgonga setti eisini sjøtul á arbeiði at útvega nýggjar ferjur og fyrsta ferjan, sum var á skrá var ein nýggj ferja til Kalsoynna.
Men nú hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumaður gjørt av at steðga á. Og tað er tí, at í seinastuni hevur tosið tikið seg upp um tað - í longdini - ikki er betri at gera ein undirsjóvartunnil í Kalsoynna.
Landsverk hevur leysliga mett at hann kostar 600 milliónir umframt eitt váðaískoyti upp á 30 - 40 prosent. Og tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at kannað tann møguleikan.
Og hann brúkar somu mannagongd sum við Suðuroyartunlinum. Tað merkir ,at hann vil hava nevndina fyri Norðoyatunnilin at gera tað fyrireikandi arbeiði. Tað merkir, at nevndin skal standa fyri at gera tey neyðugu kjarnuboringarnar og allar hinar fyrireikingarnar.
Somuleiðis skal nevndin projektera tunnilin og bjóða hann út.
Jacob Vestergaard sigur, at tá ið ein prísur so fyriliggur, verður málið lagt fyri Løgtingið, og so skal støða takast til um farast skal undir verkætlanina, ella ikki.
Hann sigur, at nú er tey í samferðslumálaráðnum í ferð við at orða eitt lógaruppskot, sum skal leggjast fyri Løgtingið til viðgerar. Endamálið við tí er at geva nevndini fyri Norðoyatunnilin heimild til at fara undir at fyrireika ein Kalsoyartunnil eisini.
Men nú steðgað verður á við nýggju Kalsoyarferjuni, verður arbeiðið at útvega nýggja ferju til Svínoy og Fugloy, framskundað ístaðin.
Tað er Jens Kári Vilhelm, sum er formaður í nevndini fyri Norðoyatunnilin og hinir báðir nevndarlimirnir eru Heri M. Hammer og Johanna á Bergi.