Nú summarið er farið at hella, kunnu føroysku gistingarhúsini staðfesta, at árið í ár hevur hilnast munandi betri enn í fjør.
Hagstovan hevur gjørt tølini upp, men tey eru ein mánað seinkað.
Men bæði í mánaðunum mai, juni og juli í ár høvdu føroysku gistingarhúsini fleiri gistingingar enn tey høvdu í sama mánað í fjør.
Tilsamans høvdu føroysku gistingarhúsini tilsamans 8.037 fleiri gistingingar hesar tríggjar mánaðirnar í ár, enn tey høvdu somu mánaðir í fjør
Gistingar higartil í summar:
Mai: 30.503
Juni: 33.624
Juli: 39.668
Tils: 103.795 gistingar
Gistingar í fjør:
Mai: 28.690
Juni: 31.062
Juli: 36.006
Tils: 95.758 Gistingar