Ongi úrslit

Summer garden party: Vit komu og fingu gott við okkum

Fríðálvur A. Jensen
6 tímar síðan

Tá eg sá uppslagið um konsertina, var eg ikki seinur at bíleggja okkum báðum hvør sítt atgongumerki.

Eg visti, at hetta koma at borga fyri góðum, tí hetta eru tónleikarar á sera høgum støði, og so eri eg nokk eisini ikki sørt fjeppari av tónleikinum hjá Mezzoforte.

Eri í tí aldrinum, at eg minnist væl, tá hesir ungu garparnir í Íslandi settu gongd á bólkin fyri skjótt 50 árum síðani.

Var eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum 15 oktober 2017, har tað var stórt og gevandi at hoyra hesar jazz- og fusións veteranarnar leggja alla orku í.

Brekkufeðgarnir høvdu savnað sjey super groovandi funky tónleikarar, sum trinu á pallin í Reinsarínum, at fagna allarbesta superbólkinum í verðini nakrantíð: Mezzoforte úr Íslandi, sum teir tóku til í lýsingini.

Tey í bólkinum vóru:

Hans Petur í Brekkunum, tenorsax
Bastian Fossá í Brekkunum, bass
Jákup Tórgarð, keyboard
Ari Johannesen, guitar
Rógvi á Rógvu, trummur
James Goodwin, slagverk
Maria Vang Reinert, trombone
Johan Hentze, trompet
Ernst Remmel, trompet

Eg skal skunda mær at siga, at eg gleddi meg til konsertina, sum eg havi sagt, so eru hetta frálíkir tónleikarar, ið sanniliga hava evnini at tulka so nakað so stórt, ið Mezzoforte veruliga er.

Tað var tískil ein forloysing, tá hesi løgdu frá landi og diskaðu upp við einum lagi fyri og øðrum eftir, sum vit minnast.

Sjálvur eri eg bassistur, so kundi ikki annað enn leggja merki til frálíka og taktfulla spælið hjá Bastian, sum ikki bara slóg taktina, men so sanniliga eisini dugdi at fáa ymsar akkordir fram – FLOTT!

Hann fekk eisini nógvar av dygdunum hjá Johann Asmundsson fram - á sín egna hegnisliga, funky máta.

Hans Petur er jú ein meistari á sínum øki, so eg kundi ikki annað enn minnast aftur á konsertina í 2017, tá Jonas Wall legði sína orku í saxofonina.

Bleiv so sanniliga eisini tikin av bóli, av frálíka solospælinum hjá Ara, sum eisini her var væl og virðiliga á hædd við tað, vit kenna Fridrik Karlsson fyri.

Slagverkið og trummuspælið hjá Rógva og James helt so sanniliga støðið, sum vit kenna teir fyri, tí tað hevur altíð verið eyðkent fyri Mezzoforte og sum vit eisini minnast Gulla og Johann fyri, at fáa hetta taktfasta og sita – millum trummur og bass.   

Við tangentarnar sat Jákup Tórgarð og eisini hann kundi fáa tað fram, sum Eythor Gunnarsson megnar, tí eg kundi eisini fáa hesa kensluna av eyðkenda soundinum hjá Mezzoforte, sum riggaði væl millum serliga tangentarnar og guitarin.

Tað var sera frískligt at hoyra væl skipaða blásararnar, tí hetta gav samlaðu ljóðmyndini eitt frískt íkast og fekk eisini samlaðu ljóðmyndina væl fylta – stórt rós til Mariu, Johan og Ernst!

Tøkniliga var tað so avgjørt rætt, at bólkurin fekk Kristoffer Mørkøre til kvøttarnar, tí hann hevur tað sum skal til eina so krevjandi uppgávu.

Eg kundi ikki heilt lata vera við at hugsa tankan, um tað nú átti at vera sangari við, men nei – Mezzoforte er tað Mezzoforte skal vera og takk fyri fagnaðin!

Mezzoforte fylla 50 komandi ár, so eitt er so sanniliga víst, at eg eri millum áhoyrarnar, tá og um teir leggja leiðina hendavegin.

Fríðálvur A. Jensen   

 

 

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

Í gjár kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39

Mong eru noydd úr bústaðnum um summarið

10. august kl. 22:20