Seinnapartin sunnudagin verður aftur jólahugni í viðarlundini í Havn. Hetta er tann afturvendandi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn í Havn, sum verður í Plantasjuni nú sunnudagin 29. novembur ímillum klokkan 14 og 16.30.
Sum vant, ber til at stuðla einum góðum endamáli hesa seinnapartsløtuna í Plantasjuni, har fólk kunnu keypa jóladekoratiónir ella tilfar til dekoratiónir, umframt at okkurt gott er til góman.
Tiltakið vendir sær til øll, tí her er nakað fyri bæði børn og vaksin, so hetta er eitt gott familjutiltak, nú farið verður inn í adventina og niðurteljingin til jólini byrjar, siga tey í Lions Club.
Havnar Hornorkestur ferð aftur hesaferð at seta sín dám á løtuna við góðum tónum, blíðir jólamenn fara at vitja og í allar mátar er endamálið at seta hugnan í hásæti, nú stór sum smá gleða seg til jólahøgtíðina um ein lítlan mánað.
Jólahugnin í Plantasjuni hendan fyrsta sunnudag í advent hevur verið fastur táttur hjá Lions Club Tórshavn í yvir 45 ár, og hjá mongum er henda løtan fyrsti smakkurin av komandi jólunum, sigur Lions Club.
Tey siga, at frá fyrsta degi hevur hevur gott samstarv verið við Skógrøkt Landsins, ið útvegar tilfar til jóladekoratiónir og grann at pynta við - og soleiðis verður tað eisini í ár.
Allur peningurin, sum kemur inn, verður latin til vælgerandi endamál, men tey hava ikki tikið støðu til akkurát, hvat stuðulin skal brúkast til.