Ongi úrslit

Svenskur ráðharri hevði pinkubarn við á ES-fund

Adam var róligur allan fundin

© Liberalerna
Jóhanna Højgaard
10 tímar síðan

Svenski veðurlagsráðharrin, Romina Pourmokhtari, skrivaði søgu í hesi vikuni, tá hon hevði tríggjar mánaðir gamla son sín, Adam, við á fund hjá umhvørvisráðharrunum í ES.

Sambært embætisfólki er hetta fyrstu ferð, at eitt pinkubarn hevur verið við á einum ráðharrafundi hjá ES-ráðnum.

Óvanliga sjónin vakti ans kring Evropa, har barnið fylgdi mammu síni á fundinum, meðan ráðharrarnir umrøddu veðurlags- og umhvørvispolitikk. Sambært embætisfólkum var Adam róligur allan fundin.

Pourmokhtari segði, at hon hevði valt at hava sonin við fyri at vísa, at tað ber til at sameina foreldraleiklutin við einum krevjandi almennum starvi.

Hon legði dent á, at foreldur, serliga mammur, ikki eiga at noyðast at velja millum familjulív og yrkisleið.

Ráðharrin vísti eisini á svensku skipanina við foreldrafarloyvi. Sambært henni er maki hennara í løtuni í foreldrafarloyvi, og tað ger tað lættari hjá teimum at býta ábyrgdina av barnarøktini.

Í Svøríki hava foreldur rætt til samanlagt 480 dagar við løntum foreldrafarloyvi fyri hvørt barn, ein av mest væl útbygdu skipanunum í heiminum.

At eitt pinkubarn var við á einum so týðandi ES-fundi, hevur elvt til kjak um arbeiðsumstøður hjá foreldrum.

Eisini verður tosað um manglandi javnstøðu og tørvin á, at arbeiðspláss og almennir stovnar verða lagaðir til veruleikan hjá familjum við smáum børnum.

Sí video her

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14