Ongi úrslit

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Áki Bertholdsen
27. sepember kl. 13:41

Aftur nú í morgun hava svikarar ringt til nakrar føroyingar í eini roynd at svika pengar frá teimum.

Og í onkrum førum er tað eydnast, tí løgreglan veit um í hvussu so er eitt fólk, sum er í stórum vanda fyri at missa allar sínar pengar av kontunii

Í hesum sambandi er nógv ymiskt keypt av kontuni, men tað er kortini ikki komið hartil, at flytingarnar eru framdar í verki. Sostatt verður nú samskift við Nets um at steðga teimum áðrenn - men um tað eydnast er óvist

Løgreglan sigur at svikið verður framt á tann hátt, at fólk verða ringd upp frá fólki, bæði kvinnum og monnum, sum siga, at tey ringja frá Nets, sum umsitur gjaldskortini.

Eitt nummar tey ringja frá, er +45 22 13 72 79, men løgreglan sigur, at tað er eitt dult nummar, sum tey ikki finna.

Men á feilfríum donskum siga tey, at nógvar smærri flytingar eru farnar av kortinum, sum ikki síggjast á kontuni. Men nú skal Nets endurrinda peningin og tí biða tey um kortupplýsingarnar og upplýsingar um Vangan.

Og tað hevur, í hvussu so er ein, gjørt og nú eru tey í vanda fyri at missa nógvar pengar, tí svikarar hava brúkt tey at keypa við.

Løgreglan sigur eisini, at tey hava tosað við Nets og haðani eru boðini, at Nets ringir ALDRIN til fólk. So skuldi nakar verði uppringdur við boðum um, at. tað er frá Nets, kunnu tey vera vís í, at talan er um svik.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55