Ongi úrslit

Svørt orka ger Bitcoin møguligt

Cryptogjaldoyra er vorðið eitt heitt evni seinastu árini, ikki minst tí tað hevur avbjóðað siðbundnu fíggjarskipanirnar við einum radikalt nýggjum háttalagi. Hóast cryptogjaldoyra hevur nógvar fyrimunir, hevur tað eisini sínar vansar. Ein av teimum mest umrøddu avbjóðingunum er tann stóra orkunýtslan, ið er knýtt at framleiðslu og handfaring av cryptogjaldoyrum, serliga Bitcoin.

Halgir Winther Nagata
1. sepember 2024 kl. 11:00

Tað er ikki einki, at Bitcoin hevur verið samanborið við heilar tjóðir, tá tað kemur til orkunýtslu. Sambært nýggjastu tølum brúkar Bitcoin-netverkið á hvørjum ári meiri orku enn nógv lond, eitt nú Holland ella Finland. Hetta er serliga ein avbjóðing í einum heimi, har umhvørvisvernd og burðardygd gerast alsamt meira viðkomandi mál.

Júst sum nógv onnur nýggj tøkni, eru cryptogjaldoyra eitt tvíeggjað svørð. Hóast tøknin hevur stórar møguleikar at broyta heimsbúskapin og hjálpa fíggjarliga frælsinum í útsettum londum, er hon við til at versna um umhvørvisligu avbjóðingarnar vit standa yvir fyri.

Les greinina "Svarta orkan sum ger Bitcoin møguligt" í nýggjastu Dimmalætting, sum fæst nú.

Mest lisið hesa vikuna

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

17. august kl. 09:55

Sløkkiliðið og løgregla til staðar í miðbýnum í Havn

17. august kl. 18:12

Myndir-Sjómannadagurin 2026

14 tímar síðan

Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki: Viðmerking til borgarstjóran

18. august kl. 08:52

Løgreglan tók sjey prutl í einum høggi

4 tímar síðan

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

Í gjár kl. 09:18