Ongi úrslit

Tá sporlið stýrir høvdinum

Tað stóð mongum greitt, at ógvusligar slagsíður vóru í lógini um “burðardygga” ferðavinnu. Slagsíður, sum fóru at skapa neiligar avleiðingar fyri bygdir, útoyggjar og tey sum varða av jørðini kring landið.

Bjørn Kalsø
6 tímar síðan

Sjón er fyri søgn, nú lógin er farin at virka. Hon gagnar teimum fáu og stóru, - burðardygd er eingin at hóma. Íbúgvar í bygdunum, útoyggjar, tey við tilknýti, og tey sum varða av jørðini kring landið, eru meinast rakt. 

Rættindir og skyldur fylgjast ikki
Hópferðavinna er vorðin gerandis, har fáir stórir aktørar á fastlandinum, í miðstaðarøkinum og útlendingar spinna gull. Tey sum eru á bygd, á útoyggj og varða av jørðini, standa eftir við øllum skyldunum, mesta órógvinum og stóra upptakinum.

Ein orsøk til óskilið er, at lógin um “burðardygga” ferðavinnu uttan reella hoyring er smoygd niður yvir tey, sum áttu at havt ávirkan. Sporlið hevur álagt høvdinum, hvussu ferðavinnuleikurin skal fara. 

Við lógini varð ræðisrætturin tikin frá teimum, sum varða av jørðini. Allar skyldurnar lógu eftir. Lunnindi vórðu flutt av bygd í bý, - ongar skyldur fylgdu við, til teirra, sum fingu rættindini. 

Lógin “virkar” eftir kunngerðum úr landsstýrinum og ferðavinnuætlanum hjá VFI. Onkrar kommunur barslast við at hjálpa upp á ringastu avleiðingarnar, við sonevndum lokalum ferðavinnuætlanum. Men lógin flýgur omanfyri øllum gerandis á bygd, og forðar fyri góðum langsyktaðum loysnum.

Neiligu avleiðingarnar koma spøkjandi.

Vinnumøguleikarnir avmarkaðir í einki

Lógin um “burðardygga” ferðavinnu og kunngerðirnar forða fyri, at tey, sum eru á bygd, á útoyggj og sum varða av jørðini, kunnu reka lønandi ferðavinnu á jøvnum føti við onnur:

Í § 11 stk. 3  í kunngerðini stendur: “Gjald fyri eina tænastu, sbr. § 5, stk. 3, í løgtingslógini, skal standa mát við ta tænastu, sum verður veitt .....”

Endamálið við kunngerðini er, at vinningur frá ferðafólki skal regulerast í Tinganesi, so hann eftir teirra tykki, stendur mát við íløgurnar og tænasturnar, sum verða gjørdar/veittar  á bygd. Á tann hátt kann myndugleikin tryggja, at einki avlop liggur eftir hjá teimum, sum varða av jørðini úti um landið, og sum fáast við landbúnað og ferðavinnu í haganum har jørðin liggur. 

Regluverkið byggir á grundregluna um misálit á tey, sum varða av jørðini, og sum annaðhvørt arbeiða við, ella hava ætlanir um at arbeiða við ferðavinnu lokalt.

Virkismøgileikarnir hjá teimum verða reguleraðir í smálutir, og vinnumøguleikarnir avmarkaðir niður í einki.

Flutningsfyritøkur, útlendskar ferðaskrivstovur og fremandir ferðaleiðar fara við øllum
Fremmandir ferðaleiðarar, ið onga jørð eiga í haganum, og ongar skyldur hava, kunnu gera sum teimum lystir. Teir gera brúk av fasilitetum, hjá lokalum, og teimum sum varða av jørðini, - onkrir enntá við lógar- & kunngerðartryggjaðum rætti til avsláttur í prísinum, sum Tinganes ásetur.

Hesir ferðaleiðarar eru ikki álagdir at gjalda MVG, sum lokal, og tey sum varða av jørðini.

Dagliga taka útlendskar ferðaleiðarar stórar upphæddir frá ferðafólkum. Jarðareigarin má standa við hattinum í hondini og hyggja at, meðan fremmandafólkini gera, sum teimum lystir á annans ognum.

Fellir eitt oyra í hattin hjá jarðareigaranum, fer fimtingurin í MVG, og helvtin av tí, ið eftir er í skatti. 

Tinganes skal síðan hava frágreiðing um, hvussu farið verður um restina - at tryggja, at eingin vinningur liggur eftir á bygd. 

Lógin áleggur embætisfólki í Tinganesi halda eyga við, at prísirnir á tænastunum, sum jarðareigarin veitir, eru á einum støði, har ferðamaðurin sleppur bíliga, og einki oyra liggur eftir úti um landið.

Tí eru tað hotellini í meginøkinum, stóru flutningsfyritøkurnar, útlendsku ferðaskrivstovurnar og fremmandu ferðaleiðararnir, sum fara við vinninginum.

Stavnsbundin til siðbundna landbúnaðin
“Burðardygg” ferðavinna er steinur ománá byrðu hjá teimum, ið frammanundan virka undir ótíðarhóskandi landbúbnaðarlógávu, sum ger, at virkiskarmarnir ikki kunnu samanberast við aðrar vinnugreinar.

Undir verandi umstøðum, eru tey, sum varða av jørðini, mest sum stavnsbundin til siðbundna landbúnaðin, sum søguliga hevur givið lítið av sær.

 Tey sum varða av jørðini, eru stavnsbundin til siðbundna landbúnaðin. ”burðardygga” ferðavinnu kunnu hesi gloyma alt um.

“Burðardygga” ferðavinnu kunnu hesi gloyma alt um, undir verandi regluverki. Avleiðingin verður, at færri autentisk ferðavinnutilboð koma í eyga kring landið. Tilboð sum útlendsk ferðafólk, ið ynska at leggja pening eftir seg, annars spyrja eftir í stórum tali. 

Førdi ferðavinnupolitikkurin tænir hópferðavinnu, og gongur beint ímóti visjóunum, sum mynduleikin sigur seg hava um ferðavinnu í Føroyum.

Langtíðarhaldføri og fólkalívsfrøðilig burðardygd mangla
Tøl frá Hagstovu Føroya vísa, at ferðavinnan útflutti fyri knappar 1,4 mia. kr. 2025. 

Gistingarhúsini gerast fleiri, flutningsfyritøkurnar vaksa, ferðavinnuskrivstovur mennast og í ársfrágreiðingini hjá VFI sæst, at fleiri starvast í ferðavinnuni. Dastið av umsetninginum liggur eftir á fastlandinum og í miðstaðarøkinum.

Harumframt spinna útlendskar ferðaskrivstovur og fremmandir ferðaleiðarar gull úr ferðavinnuni í Føroyum. 

Tá hugsað verður um, at nógvu ferðafólkini, stóran part av døgninum eru á bygd, har tey leita eftir upplivingum á annans ognum, uttan at leggja eina krónu eftir seg, er lítið at siga til, at lokal finnast at, har ferðafólkini eru flest.

Ikki minst, tá  skyldan at bjarga teimum, sum ganga seg í føst, og upptakið av burturkasti og sliti, liggur eftir á bygd. 

Tað er ikki forkunnugt at síggja húkandi ferðafólk, mannatrekk og litaðan skeinisopp í Guds fríðu náttúru, og í túninum hoyrast dronurnar, sum avmynda bygdarløgini, har íbúgvar eru vorðnir myndaevnið og áskoðarar í egnum bygdalagi.

Strandfaraskipini eru fullsett av ferðafólkum og leigubilum, so tað ikki longur ber til hjá føroyingum við tilknýtið til útoyggjarnar at fara av sjálvseintingum at vitja. Alt má fyrireikast í  góðari tíð, mánaðir frammanundan, tí plássini umborð eru bíløgd alla summárhálvuna, og stóran part av árinum, so hvørt hópferðavinnan bólgnar.


Strandfaraskipini virka ikki longur fyri lokal og teimum við tilknýti, men eru vorðin spælipláss hjá  fremmandu ferðafólkunum.

Tað ber heldur ikki til at skipa fyri tiltøkum fyri útoyggjafólki og teimum við tilknýti til oynna, tí óvissan um at sleppa til og frá fyllir ov nógv.

Vónandi stendur øllum greitt, at støðan ikki er langtíðarhaldfør, og als ikki fólkalívsfrøðiliga burðardygg, tá hugsað verður um føroyingin kring landið. 

Soleiðis fer leikur, tá politiska skipanin ikki hevur álit á egnum fólki, men letur embætinum og sterkum áhugabólkunum fríar ræsur at stýra.

Loysnir uttan slagsíður neyðugar
Neyðugt er tí við einari ferðavinnulógávu uttan slagsíður millum miðstað og útjaðara. Ein lóggáva uttan meinbogar fyri tey sum eru av bygd, varða av jørðini, hava tilknýti og tey, sum reka ferðavinnu á bygd. 

Rættindir og skyldur javnviga, og lunnindi verða flutt aftur á bygd úr bý. 

  • Skipanin virðir bygdarfrið, náttúru, djóralív, trygd og landbúnað. 

  • Ásetingarnar um gongd í haga hjá føroyingum verður tikin úr ferðavinnulóggávuni, og skipaðar í aðrari lóg.

  • Ferðafólk ganga alfaravegi og á útvaldum, vandaleysum lokalt góðkendum bygdagøtum, sum verða undirstøðukervið hjá VFI og øðrum ferðavinnuskrivstovum at selja Føroyar til ferðafólkini út frá.

  • Skulu ferðafólk av alfaravegi og útvaldu bygdagøtunum, verður tað bara gjørt í semju við tey, sum varða av jørðini. Góðkendir føroyskir ferðaleiðarar kunnu gera avtalur við tey, sum varða av jørðini, um vinnuliga ferðavinnu.

  • Myndugleikar, ferðavinnuskrivstovur, VFI o.o. miðla greitt, og í góðari tíð, hvørji rættindi ferðafólk hava, so einki kemur óvart á.

  • Fløkta umsitingin, sum galdandi lóg hevur við sær, verður gjørd einfaldari. Í mun til útboð og eftirspurning krevja lokal pening frá fremmandum ferðafólkum fyri upplivingar og tænastur. 

  • Ferðavinnuskatturin verður tikin av ella broyttur, og skilmarkaður til endurbøting av longu oyðiløgdum lendi á útoyggj orsaka av hópferðavinnuni.

  • Kommunurnar, sum frammanundan hava ilt við at gera vegir millum húsini, taka sær av barnaansing, skúla, eldrarøkt, útstykking, kloakviðurskiftum o.ø. neyðugum tænastum, sleppa undan nógvum av tí, sum teimum varð álagt við lógini um “burðardygga” ferðavinnu. 

Bjørn Kalsø


Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

15 tímar síðan

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

Í gjár kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

Í gjár kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49