Ongi úrslit

Tá tøknifólk og sølufólk bresta saman

Reidar Nónfjall
Í gjár kl. 21:52

Tá ein sær, hvussu garvilt og ágangandi vit kundar og borgarar verða bombarderaði við reklamum, plakatum, videoklippum, sjónvarpsinnsløgum o.a. í digitalu miðlunum, so kemur mær oftani til hugs eina hending á einum fundi, sum eg var á fyri nøkrum árum síðani, sum stjóri á einum av størstu landsstovnunum.

Eg hevði innkallað til fund tvey umboð úr útlandinum fyri framleiðaran av tøkniligari útgerð fyri at finna út av, hvussu henda útgerð kundi fáast at virka betur og útnytta allar hentleikar, sum vóru í skipanini, eitt nú gera úttrekk av hagtølum til rapportering - hvat bar til og ikki.

Sølumaðurin legði út við, teimum so líkt, at allir trupulleikar kundu loysast við einum fingurknips, og tað helt hann fram við nakað inn í fundin. Síðan fekk teknikarin nokk, og bað hann lata vera við at lova nakað, sum ikki bar til og sum hann ikki hevði forstand uppá, ella sum kravdi meira enn bara at tosa seg til eina loysn. Stemningurin vendist og sølumaðurin tagdi restina av fundinum - tað varð eitt sindur pínligt.

Hugsi, at tað má hava staðið nógv á, tá hesin teknikarin at enda ikki kundi halda sær, sjálvt um teir umboðaðu sama fabrikant ella veitara.

Eftir hesa hendingina fór eg at hugsa, at sølumaðurin í veruleikanum, kalt og kyniskt, royndi at bagatellisera og lúgva fyri okkum, í einari roynd at fáa okkum ikki at stilla fleiri krøv til útgerðina ella bara keypa enn meira. Hevði eg vitað betur, áðrenn fundin, so hevði sølumaðurin ikki sloppið við á henda fundin.

Men eg skilti teknikaran fullvæl - og eg fekk álit á mannin.

Tað er ivaleyst stórur munur á hesum báðum ”fólkasløgunum” í einari organisatión, og hvussu væl tey spæla saman.

Hetta minnir meg um tað, sum hendir við allari digitalari marknaðarføring og miðling - og tað bara versnar. Tað er bara innpakningurin og tað kosmetiska, sum telur og at yvirtala hin partin - innihaldið er eftir hondini totalt líkamikið. Hetta hendir í handli og eisini í politikki - og kundin og borgarin er taparin.

Content is King - high-quality, relevant information is the most important factor for online success.

Reidar Nónfjall

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

13 tímar síðan