Ongi úrslit

Tað bøtir um møguleikan fyri at viðgerðin eydnast væl

Myndin er frá Heilsustýrinum
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Hesi seinastu 10 árini hava kvinnur í einum ávísum aldri fingið tilboð um at verða kannaðar regluliga fyri brótkrabba. Tað eru kvinnur ímillum 50 og 69 ár, sum fáa tilboð um hesar annaðhvørt ár.

Tað er ein kanning, har bróstini verða kannað við røntgen, eisini kallað mammografi. Og tey nýggjastu tølini frá Heilsustýrinum vísa, at undirtøkan er góð.

Tey siga, at øll árini hevur eru tað yvir 81 prosent av kvinnunum, sum tóku av, men í fjør var talið uppi á 89 prosentum. Sostatt eru tað bara 10. hvør kvinna, sum ikki tekur av.

Í fjør fingu 2.142 kvinnur tilboð um kanning, og 1.907 av teimum tóku av tilboðnum, ella 89 prosent Í 2024 var undirtøkan 90,7 prosent, og tað er tað mesta higartil.

Myndin vísir, hvussu stórur partur av teimum, ið fingu tilboð um skreening fyri bróstkrabba í tíðarskeiðnum 2017-2025, tóku av

Nú í oktobur verður ljós varpað ljós á bróstkrabba um allan heimin. Tað er eitt átak sum verður kallað Ljósareyður oktobur.

Bróstkrabbi er vanligasta slagið av krabbameini hjá kvinnum í vesturheiminum, og vandin økist munandi eftir at kvinnurnar hava fylt 50.

Við kanningini ber til at finna tekin um bróstkrabba tíðliga - ofta áðrenn kvinnan sjálv merkir nakað til sjúkuna. Tá ið bróstkrabbi verður staðfestur tíðliga, eru betri møguleikar fyri væleydnaðari viðgerð.

Tí hevur tað týdning at taka støðu til tilboðið um kanning, eisini hóast kvinnan eingi sjúkutekin hevur, sigur Heilsustýrið.

– Varnast ein kvinna broytingar í bróstunum, eigur hon at venda tær til lækna, eisini hóast hon nýliga hevur verið til mammografi, leggja tey afturat.

Í næstum skal landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, greiða frá um nøkur ætlan er um at geva kvinnum í fleiri aldursbólkum tilboð um regluligar kanningar fyri bróstkrabba, soleiðis sum tey hava gjørt í øðrum londum

Les meiri um tað her: Vísindaligar kanningar benda á at tað kann bjarga nógvum kvinnum

Mest lisið hesa vikuna

Nú er nýggjur stjóri settur

10 tímar síðan

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54

Stormurin í gjár kravdi eitt mannalív

15. oktober kl. 07:52

Ávaring frá løgregluni til  fólk í Hvalvík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:56

Brutto lønarhækkan/pensjónshækkan fyri 2026

15. oktober kl. 21:43

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

14. oktober kl. 13:04