Ongi úrslit

Tað er eitt hálvtíðarstarv at hava nýrasjúku í Norðoyggjum

Áki Bertholdsen
12. mai kl. 08:03

Nú er stundin komin, at dialýsa eisini kann fáast á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, og nú hevur hon spurt Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hvat hon ætlar at gera við tað - og hvat ið krevst av útgerð og fígging til at seta tað í verk.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vísur á, at dialysuviðgerð er á Suðuroyar sjúkrahúsi og tað virkar væl. Tað merkir, at nú sleppa nýrasjúkir suðuroyingar frá at hugsa um ferðina um Suðuroyarfjørð, sum mangan er óstøðug.

Stundin er nú komin at seta dialysuviðgerð í verk á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so at dialysusjúklingarnir í norðurøkinum og Eysturoy, eisini kunnu fáa tað lívsneyðugu viðgerðina í teirra nærøki, sigur løgtingskvinnan.

Í brævi sigur Nýrafelagið, at hóast flestu oyggjar í norðurøkinum hava fast samband til Havnar, vita vit av royndum, at ferðingin frá heiminum og til dialysuviðgerðina í Havn er ómetaliga strævin fyri sjúk fólk.

Ein bussur koyrir frá sjúklingi til sjúkling, frá bygd til bygd og tekur tey við so hvørt, fyri síðan at koyra øll á Landssjúkrahúsið. Hesin túrurin kann taka upp til tveir tímar, men onkuntíð tekur tað eisini longri tíð.

Og so er sama lagið heimaftur. Ein dialysusjúklingur í Klaksvík brúkar vanliga 10 tímar ella meir um vikuna uppá koyring til og frá dialysuviðgerð.

Sjálv viðgerðin er vanliga 12 tímar um vikuna og sostatt svarar hetta meir enn eitt hálvtíðarstarv hjá nøkrum av teimum allarsjúkastu í samfelagnum - og nógv av teimum eru eisini gomul, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

– Varð hendan koyringin stytt niður í fáar minuttir hvønn vegin, hevði tað bøtt sera nógv um lívsgóðskuna hjá dialysusjúklingunum, heldur hon.

Royndir vísa, at fáa dialysusjúklingum viðgerð nærri heiminum batnar heilsan.

Í skrivi frá danska Nýrafelagnum til føroyska systurfelagið er tað greitt, at eingin læknafaklig forðing er fyri at fáa dialysu á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tí »der er et medicinsk beredskab på sygehuset i Klaksvig«, sum tey siga.

Í skrivinum orðar danska nýrafelagið seg soleiðis: »at hæmodialyse tæt på eget hjem ikke bare reducerer de lange transporttider. Erfaringer viser, at nyrepatienter med adgang til flere og mere dialyse opnår langt større livskvalitet. Hyppig dialyse er mindre trættende, patienten bliver mindre afkræftet mellem behandlingerne og – ikke mindst – væskerestriktionerne kan håndteres flexibelt«

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14