Sterki miðvallarin úr KÍ Jákup Biskopstø er komin fyri seg, og hann er til reiðar at møta Slovakia fríggjakvøldið.
Seint seinnapartin mikudagin kom A-landsliðið við monnum til Kosice í Slovakia, og eftir ein lítlan steðg á gistingarhúsinum inni í býnum var venjing á skránni.
Vant var á einum grasvølli, beint uttan fyri Košická Futbalová Aréna, har UEFA Nations League dysturin ímóti slovakum verður fríggjakvøldið klokkan 20:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 í Føroyum.
Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á Jákup Biskopstø. Sterki miðvallarin hevur ikki verið landsliðstøkur í næstan tríggjar mánaðir, vegna skaða, men nú er hann við aftur, og gleðir seg til uppgávuna fríggjakvøldið.
– Vit kunnu vænta ein truplan dyst, men vónandi ber til at taka tað góða við okkum frá fyrra dystinum, sigur Jákup Biskopstø millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.
Sí videosamrøðu