Ongi úrslit

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

Almenna vesi í Steinatúni var eitt av vesunum í miðbýnum. Men tað er ikki bara eitt vesi tað er eisini eitt sosialmál
Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tað er fúl etandi skomm - og slett ikki í ordan - at almennu vesi viðurskiftini í Havnini er so vánalig.

Tað heldur Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Kommunulistan.

Í gjár umrøddi býráðið vesi-viðurskiftini í Havnini. Og tey eru blivin sera vánalig eftir at eldur fyrst kom í vesið í Mylnugøtu fyri sløkum tveimum árum síðani, og síðani koma eisini eldur í vesið í Steinatúni fyri stuttum.

Og tað eru mong, sum illneitast inn á, at viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag enn.

Men býráðslimir siga, at ein orsøk er, at skaðarnir eru rættiliga umfatandi og eitt nú eru bæði betong og armeringar so illa farnar av eldi, at tað má stoypast av nýggjum.

Og so eru tað atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum, tí vesið í Mylnugøtu er mitt í eini trappu.

Elsa Berg, borgarstjóri leggur eisini dent á, at tað er eisini komið har til, at hetta snýr seg ikki bara um eitt vesi, tí málið er størri enn so.

– Hetta snýr seg nevniliga ikki bara um at gera eitt alment vesi, tí nú er hetta eisini blivið eitt sosialmál, sigur hon.

Hon sigur, at løgreglan hevur staðiliga heitt á býráðið um at steingja vesini um kvøldarnar og um næturnar.

Tað er tí at tey verða brúkt til at keypa og selja rúsevni, og til at brúka rúsevni í.

Har fer harðskapur fram, og yvirhøvur eru so nógvar syrgiligar søgur knýttar at almennu vesunum og tí er hetta ikki longur bara ein spurningur um vesi, men eisini um eitt sosialmál, sigur borgarstjórin.

Almennu vesini eru blivin ein ímynd av mistrivnaði hjá ungum, leggur Elsa Berg afturat.

Hon sigur, at tí kannar býráðið aðrar møguleikar við ymsum framkomnum vesum, sum - eitt nú -, hava alarmar av ymsum slagi.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12