Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, setti fakdagin hjá Alzheimerfelagnum í Norðurlandahúsinum. Fakdagurin varð hildin í sambandi við, at Alzheimerfelagið í ár hevur 25 ár á baki.
Í røðuni vísti landsstýriskvinnan á týdningin av at fáa meira vitan um demens og at skapa góðar og samanhangandi tænastur fyri fólk, sum liva við demensi, og avvarðandi teirra.
Hon nevndi eisini týdningin av eini greiðari útgreiningartilgongd, samskipan millum viðkomandi partar og tryggleikanum, sum ein fastur kontaktpersónur kann geva familjum.
Les røðuna hjá landsstýriskvinnuni her.