Ongi úrslit

Tað er trýst á KÍ frá fleiri síðum

Mánadagin og hósdagin fáast góðar ábendingar um, hvussu restin av hesum árinum verður hjá KÍ

Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Í kvøld tapti KÍ 5-0 á heimavølli ímóti Lech Poznan. Hetta er størsta tap í Europa Cup á heimavølli, sum KÍ hevur lagt rygg til. Í 2017 tapti KÍ 5-0 á útivølli ímóti svenska AIK Solna.

Í kvøld fór luftin heilt úr KÍ, tá ið Lech Poznan fýra minuttir eftir steðgin økti um leiðsluna til 2-0 og harvið samantalda leiðslu 3-0.

Upprunaliga var dysturin ásettur at vera í gjárkvøldið. Pólska liðið lendi ikki í Vágum fyrrenn seinnapartin í gjár, og klaksvíkingar undraðust og vóru vónbrotnir, tá ið UEFA seinnapartin í gjár gjørdi av, at dysturin varð útsettur til í kvøld.

Í kvøld sóu gestirnir ikki út til at vera so viðtiknir av longu ferðatíðini, meðan KÍ liðið sum tíðin leið sá út til at vera illa sølað eftir tøttu dystarskránna og nógvu ferðingina.

Lech Poznan vann 5-0, og harvið er tað greitt, at pólska liðið heldur fram í UEFA Europa League. KÍ hevur ein møguleika eftir at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tað verður í UEFA Conference League. Fyrri dysturin verður nú hóskvøldið á heimavølli ímóti Riga FC úr Lettlandi.

Tað er av álvara trýst á KÍ, sum hevur tapt tríggjar teir seinastu dystirnar, tá ið tað ikki er eydnast at skora mál. Eftir rimmar avrik og 1-0 tap á útivølli ímóti Lech Poznan, tapti KÍ mánakvøldið 2-0 á heimavølli ímóti HB, og í kvøld tapti KÍ 5-0 á Tórsvølli ímóti Lech Poznan. Í hesum trimum dystunum er samantaldi málmunurin 0-8.

Næsti dystur hjá KÍ verður í landskappingini ímóti AB. Sambært upprunaligu skránni var dysturin ásettur at vera sunnudagin, men nú er hann útsettur til mánakvøldið klokkan 18.30.

Hálvleiksstøðan í kvøld var 1-0. Fyrsta málið varð skorað, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Mark F. Jensen í KÍ málinum stórbjargaði, men ólukkutíð støkk bólturin til ein av mótstøðumonnunum, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

Gestirnir høvdu greiða leikliga yvirvág, men onkra ferðina var KÍ um reppið at javna. Eitt nú, tá ið Páll A. Klettskarð royndi seg við stútara, og tað varð bjargað á málstrikuni.

Fýra minuttir eftir steðgin varð 2-0. Harvið var samantalda støðan 3-0, og so snúði tað seg um, hvussu stórur sigurin fór at verða. KÍ megnaði ikki at varðveita ferðina og leikskipanina, og tað gjørdu væl upplagdu gestirnar sær dælt av.

KÍ hevði ikki marginalirnar á sínari síðu í sambandi við deyðbóltar, og tað eydnaðist ikki, tá ið fleiri av KÍ spælarunum vóru í góðum støðum.

Og so varð talan at enda um stórsigur. 3-0 málið var eftir óheppið KÍ verjuspæl, og 4-0 spælið var eftir gott álop. Lítla løtu undan leikloki varð 5-0 útisigurin staðfestur. Hetta er størsta KÍ tapið á heimavølli í europeiskari kapping.

Mest lisið hesa vikuna

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

18 tímar síðan

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03