Nú fíggjarlógin er til viðgerðar í Løgtinginum, hevur nógv verið tosað um sparingar og nýskipanir. Men tað eru ikki so nógv ítøkilig boð upp á, hvørjar nýskipanir skulu gerast, men landsstýrið hevur ein nýskipanarnevnd, sum arbeiðir við málinum.
Men eitt økið, løgtingslimir hava nevnt, er fólkaskúlin. Ein av teimum, um nevndi fólkaskúlan, er Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Hon vísti á, hvussu stórur munur er á skúlum kring landið. Í tí sambandi segði hon, at í skúlum, har børnini, sum eru bíligast fyri samfelagið, kostar hvør næmingur 60.000 krónur um árið. Men í skúlum, har børnini eru dýrast, kostar hvørt barnið 340.000 krónur um árið fyri samfelagið.
Sostatt eru 280.000 krónur á muni á tí bíligasta skúlanæminginum og tí dýrasta, og Eyðgunn Samuelsen reisti spurningin um tað ikki ber til at endurskoða fólkaskúlan - og samstundis hava í huga, at vit eru eitt oyggjasamfelag.
– Eg vóni, at landsstýrismaðurin fer at arbeiða við hesum her, segði hon.
Eisini Ruth vang, tingkvinna fyri Framsókn nevndi fólkaskúlan og hon um vit ikki kunnu niðurleggja skúlar við fáum næmingum - men hon nevndi ikki nakað tal.