Ongi úrslit

Tað gekk nógv fyri seg í Klaksvík í ein hálvan tíma

4-2 heimasigur ber við sær, at KÍ nú er favorittur annað árið á rað at vinna seg í steypafinaluna

Jóannes Hansen
13. mai kl. 22:40

Frá fyrsta bríksli var tað ferðmikið og intenst, og tað varð lagt nógv fyri í nærdystunum, tá ið KÍ og NSÍ í Klaksvík í kvøld spældu fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Í fyrra hálvleiki eydnaðist tað tó hvørjum partinum at skora mál, og inntil ein tími var farin, var tað málleyst, og so lúrdi tað, at hetta fór at enda málleyst, og at einki mál fór at verða skorað fyrrenn í seinnu hálvfinaluni, sum á jóansøku verður í Runavík.

Síðsta hálva tíman eksploderaði tað heilt. Tá vórðu seks mál skorað. KÍ vann 4-2, og tí mugu klaksvíkingar roknast at vera favorittar at vinna samantaldan sigur og harvið at vinna seg í steypafinaluna, tá ið teir á jóansøku, mikudagin 24. juni, fara út til Runavíkar at spæla seinnu hálvfinaluna.

Fyrr í ár hevur fleiri ferðir verið funnist at klaksvíkingum, at tað hevur gingið so seint fyri seg, og at teir hava verið í so varnir. Í kvøld var KÍ í álopsútgávu, og í kvøld gekk tað oftast skjótt fyri seg. Hugflognum bilaði einki, og tað vóru royndir í dýpdina og við síðuskiftum.

Hjá NSÍ var Brandur Hendriksson Olsen aftastur av miðvallarunum, og ofta varð roynt við longum sendingum fram í KÍ brotsteigin, har Odmar Færø og hansara menn fyri tað mesta vunnu luftdystirnar.

Higartil í ár og eisini leygarkvøldið í Gundadali ímóti B36 hevur tað verið striltið hjá KÍ at vinna úrtøku úr góðum málmøguleikum. Tað hevur fyri tað mesta ligið á Árna Frederiksberg at syrgja fyri málunum.

Í kvøld eydnaðist tað KÍ at skora fýra mál, og sammett við fyrr í ár var tað merkisvert, at Árni Frederiksberg ikki var málskjútti. Hann hevði fína roynd við langskoti í fyrra hálvleiki, men tá stórbjargaði Tom Amos í NSÍ málinum.

Tað var ar Beinir Nolsøe, sum í kvøld var í fremstu røð saman við Michal Przybylski, sum legði NSÍ framum 1-0, og minuttin eftir var tað Filip Brattbrakk, sum javnaði til 1-1. Saman við Jean Carlos De Brito var hann eyðsýndur í uppspælinum í vinstru, og í høgru riggaði tað soleiðis, sum tað plagar hjá Jóannes Kalsø Danielsen og Árna Frederiksberg.

Í 69. minutti legði Oussama Ali KÍ á odda 2-1, men átta minuttir seinni var aftur javnt, tá ið innskifti Tobias Hestad skoraði til 2-2. Hetta var fjórða málið í ár hjá Tobias Hestad í steypakappingini. Tá ið NSÍ í fjórðingsfinaluni vann 4-0 á útivølli ímóti 07 Vestur, var hann trífaldur málskjútti.

Bara tveir minuttir seinni svaraði KÍ aftur. Filip Brattbakk royndi seg, og umvegis Páll A. Klettskarð fór bólturin í málið til 3-2, og seks minuttir seinni var fagnaðurin í heimaleguni stórur, tá ið innskifti Erlend Hustad staðfesti 4-2 heimasigurin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í steypakappingini. Í landskappingini hevur hann ikki skorað, men hann skoraði í fyrsta umfari í steypakappingini, tá ið KÍ vann 6-0 á heimavølli ímóti ÍF.

Í morgin klokkan 15 spæla HB og Víkingur fyrru hálvfinalu í Gundadali.

  

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

Í gjár kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30