Ongi úrslit

Tað hevði givið øllum føroyingum ein lítlan lætta - heldur enn nøkrum fáum ein stóran lætta

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Hevði tað ikki betri at lækka mvg á øllum vørum yvir ein kamb, heldur enn at geva ávísum vørum undantak og hava fult mvg á øllum hinum vørunum?

Tann spurningin reisir Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Tí hevur hann spurt Aksel V. Johannesen, hvussu nógvar inntøkur, landskassin hevur av teimum undantøkum, sum eru í mvg-lógini.

Hann vil eisini hava at vita, hvat tað kostar at umsita øll hesi undantøkini, bæði hjá landsumsitingini og hjá vinnuvirkjunum.

Steffan Klein Poulsen spyr eisini landsstýrismannin hvat hann heldur um at strika øll undantøkini, men so heldur lækka mvg á øllum vørum eitt sindur.

Steffan Klein Poulsen staðfestir, at undantøkini í mvg lógini verða alsamt fleiri í tali, og at lóggávan verður fløktari fyri hvørt undantak, sum verður givið - og tað krevur alsamt meiri umsiting.

Men verða undantøkini strikað, og mvg verður lækkað eitt sindur yvir ein kamb, hevði tað givið øllum føroyingum ein lætta, saman hvat teir keypa, umframt at tað almenna, og privata vinnan, spara í umsiting.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41