Ongi úrslit

Tað koppar ikki til okkara fyrimun av sær sjálvum

Landsliðsvenjarin rósar breiddini fyri, at tað eydnaðist at vinna og við sigrinum at vinna dystir, har uppflyting fer at standa uppá spæl

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Hetta er spennandi, og vit hava gott mót, nú stórar avbjóðingar bíða okkum eftir ársskiftið.

Tað staðfestir Eyðun Klakstein landsliðsvenjari eftir at Føroyar í góðveðrinum á Tórsvølli í dag vunnu 1-0 ímóti Moldova.

Sigurin ber við sær, at Føroyar hava kvalifiserað seg til í mars at spæla tveir dystir um pláss í B deildini í Nations League. Hvørjum teir báðir dystirnir í mars vera ímóti fæst at vita fríggjadagin, tá ið tað verður lutakast.

Einasta málið í dag skoraði Áki D. Samuelsen í 24. minutti.

Uppspælið til málið vísti væl, hvussu spælið myndaðist. Andrias Edmundsson bjóðaði seg aftur og aftur til í uppspælinum í vinstru, og í hesum førinum var tað ein annar av miðverjunum Odmar Færø, sum var við í uppspælinum í høgru og spældi flatt og neyvt til Adrian Justinussen, sum snilt spældi aftur í høgru, har Áki D. Samuelsen sprintaði framum mótstøðumannin og setti bóltin flatt í netið.

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari rósar spælarunum:

-Eg havi fyrr sagt, at vit hava havt møguleikar at vinna fleiri av teimum fimm dystunum, sum endaðu javnir. Vit vistu, at tað kundi eydnast at vinna í dag, og at fyrsta fyrireytin fyri, at tað fór at gerast veruleikin, var, at vit ikki lótu mál fara ígjøgnum. Vit hildu teimum fyri tað mesta frá málmøguleikum, og tá ið teir fáar ferðir vóru í góðari støðu, so var Mattias framúr millum stólparnar.v

Eyðun Klakstein undirstrikar, at talan var um liðavrik, og at tað hevur avgerandi týdning, at breiddin er so stór í hópinum. Vit spældu sera væl fyrsta hálva tíman, og tá ið tað var neyðugt at skifta út fyri at varðveita orkuna og intensitetin, so tóku allir av, sum vórðu skiftir inn. Vit siga, at tað í dag koppaði okkara veg, men tað kemur ikki av sær sjálvum. Talan er um hart og miðvíst arbeiði, og allir spælararnir eiga rós fyri tað, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

Nógv teir flestu av teimum yvir 4000 áskoðarunum vóru børn og unglingar, og tað var eingin ivi um, hvør í teirra verð var populerasti spælarin á Tórsvølli. Tað bæði hoyrdist og sást, tá ið 18 ára gamli Aron Benjaminsen var ein av trimum, sum 12 minuttir undan leikloki kom á vøllin.

Eftir fínt álop og innlegg úr vinstru frá Meinhardi E. Olsen var Aron stutt undan leikloki og við handara stólpa um reppið at økja um leiðsluna, men bólturin brast í stólpan.

-Tað var fantastiskt at koma inn og vera á vøllinum í eitt korter og fleiri ferðir at hava bóltin frammarlaga í høgru. Eg veit ikki, hví eg ikki skoraði. Kanska var eg ov kløkkur, tá ið bólturin ferðaðist allan vegin úr vinstru og heilt yvir til mín.

Roknar tú við at vera millum teir fyrstu ellivu í mars?

-Tað er lang tíð til í mars og dystirnar um uppflyting. Men nei, tað rokni eg ikki við. Eg royni at gera mítt allarbesta, tá ið venjarin vísir mær álit. Tað gera allir, og vit eru tíbetur nógvir, sum kappast um plássini, sigur væl nøgdi Aron Benjaminsen.

Føroyar – Moldova 1-0 (1-0)

1-0: Áki D. Samuelsen 24.

Føroyar:  Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson (Viljormur Davidsen, 79.) – Áki D. Samuelsen (Meinhard E. Olsen, 79.)  Jóannes Bjartalíð (Jákup Biskopstø, 60.), Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen (Aron Benjamnsen, 79.), – Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 70.)

Á beinknum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haralsstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Mattias Hellisdal, Samuel Johansen Chukwudi, Arnbjørn Svensson, Ási P. Dam, Poul Kallsberg

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

Í gjár kl. 09:12

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

Í gjár kl. 13:23

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27