Ongi úrslit

Tað loysir seg altíð fíggjarliga hjá pensjónistum at arbeiða

Pensjónistar sum arbeiða skulu ikki kunna tjena meiri áðrenn teir missa fólkapensjón - men minni, sigur Búskaparráðið
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Fíggjarliga loysir tað seg altíð hjá pensjónistum at arbeiða. Tað staðfestir Búskaparráðið í eini frágreiðing.

Annars verður ofta sagt, at tað loysir seg ikki hjá pensjónistum at arbeiða ov nógv, tí teir missa so nógv í pensjón, umframt at teir rinda skatt, at samanumtikið hava teir minni eftir

Men Búskaparráðið sigur, at pensjónistar sum arbeiða, hava altíð meiri eftir enn teir, sum ikki arbeiða, hóast teir missa burtur av pensjónini.

Pensjónistar sum arbeiða, verða mótroknaðir í  fólkapensjónini, men ikki fyrr enn inntøkan í einum ári fer upp um 61.900 krónur.

Og pensjónistar, sum arbeiða, hava altíð meiri eftir enn teir, sum ikki arbeiða, hóast teir verða lutfalsliga hart skattaðir við tað, at teir, umframt at rinda skatt, eisini missa burtur av pensjónini.

 Lønin er úteftir, og tøka inntøkan er uppeftir

Myndin oman fyri vísir tøku inntøku hjá støkum og giftum pensjónistum, alt eftir hvussu nógv teir tjena.

Myndin vísir, at at tøka inntøkan hjá pensjónistum, sum arbeiða, er altíð hægri enn hjá pensjónistum, sum ikki arbeiða - og tað er uttan mun til um talan er um stakar ella giftar pensjónistur. 

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30