Hóast veðurforsøgnin boðaði frá líkindum, sum kundu bera við sær, at tað fór at verða torført at rógva kapp í dag, so eydnaðist tað væl, tá ið tað seinnapartin varð sett punktum fyri kappróðrarárið 2026.
Stóri vinnarin í ólavsøkuróðrinum var Havnar Róðrarfelag, sum vann seks róðrar. Fýra av manningunum hjá Havnar Róðrarfelag, sum vunnu í dag, vunnu eisini FM.
Umframt at seks manningar hjá HR vunnu í dag, so vann Teistin hjá Argja Róðrarfelag í dag bæði ólavsøkuróðurin og FM, og Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri vann í dag FM, hóast tað ikki eydnaðist at vinna kappingina millum 10-mannaførini á ólavsøku. Ta kappingina vann Havnarbáturin.
Vinnarar á ólavsøku
Barnaróður dreingir
Firvaldur – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Barnaróður gentur
Gulin – Havnar Róðrarfelag
5-mannafør dreingir 14-16 ár
Teistin – Argja Róðrarfelag
6-mannafør kvinnur
Víkingur – Havnar Róðrarfelag
5-mannafør gentur 14-16 ár
Drekin – Havnar Róðrarfelag
6-mannafør kvinnur MASTERS
Tvørabáturin – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
5-mannafør dreingir 17-18 ár
Fípan Fagra – Klaksvíkar Róðrarfelag
6-mannafør menn
Strálan – Strálan á Strondum
5-mannafør gentur 17-18 ár
Sílið – Havnar Róðrarfelag
8-mannafør
Ørvur – Havnar Róðrarfelag
5-mannafør kvinnur
Fípar Fagra – Klaksvíkar Róðrarfelag
10-mannafør
Havnarbáturin – Havnar Róðrarfelag
FM vinnarar
Barnaróður dreingir
Royndin Fríða – Vágs Kappróðrarfelag
Barnaróður gentur
Tekla – Klaksvíkar Róðrarfelag
5-mannafør dreingir 14-16 ár
Teistin – Argja Róðrarfelag
6-mannafør kvinnur
Víkingur – Havnar Róðrarfelag
5-mannafør gentur 14-16 ár
Drekin – Havnar Róðrarfelag
6-mannafør kvinnur MASTERS
Tvørabáturin – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
5-mannafør dreingir 17-18 ár
Fípan Fagra – Klaksvíkar Róðrarfelag
6-mannafør menn
Froðbingur – Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
5-mannafør gentur 17-18 ár
Sílið – Havnar Róðrarfelag
8-mannafør
Ørvur – Havnar Róðrarfelag
5-mannafør kvinnur
Fípar Fagra – Klaksvíkar Róðrarfelag
10-mannafør
Ormurin Langi – Róðrarfelagið Knørrur