Ongi úrslit

Tað riggaði væl hjá KÍ á norðoyastevnu

NSÍ heilkiksaði, B36 meiri enn hálvkiksaði, og tí bar norðoyastevnusigurin ímóti EB/Streymi við sær, at KÍ er nýtt oddalið

Jóannes Hansen
Í gjár kl. 00:29

Eftir 12. umfar og nú kappingin fer í landsliðssteðg, er KÍ nýtt oddalið. KÍ og B36 eru framvegis ósigrað. Bæði liðini hava 26 stig, og málmunurin hjá klaksvíkingum er eitt vet betri, enn hann er hjá B36. Hjá KÍ er málmunurin +17, og hjá B36 er málmunurin +15. Eisini NSÍ hevur 26 stig, og hjá B36 er málmunurin +10.

Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti í fyrra hálvleiki, tá ið KÍ á norðoyastevnu vann 2-1 ímóti EB/Streymi, sum við brotssparki, ið Óli Eyðsteinsson Poulsen tók sær av, minkaði um munin til 2-1.

Á Argjum snávaði NSÍ, sum undan hesum umfarinum var topplið, av álvara. NSÍ megnaði tvær ferðir at svara aftur, eftir at AB hevði lagt seg framum, men so var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at innskifti Dánjal Danielsen skoraði 3-2 sigursmálið hjá AB. Hinir málskjúttarnir hjá AB vóru Ragnar Skála í fyrra hálvleiki og Brian Jakobsen í seinna hálvleiki. Heilt stóri spælarin hjá heimaliðnum var Luca Ørsted Thorstensen, sum legði upp til øll trý málini.

Fyrra málið hjá NSÍ skoraði landsliðsspælarin Petur Knudsen, og seinna málið skoraði Marius Kryger Lindh, sum spældi við AB, tá ið hann í 2022 kom til Føroya. Hann spældi eisini við AB í 2023, áðrenn hann í 2024 og 2025 spældi við B36 og so í vetur flutti til NSÍ.

B36 var illa kroyst á Svangaskarði, har støðan eitt stórt korter undan leikloki var 4-1 til heimaliðið. Tá sá B36 av álvara at hava kós ímóti ársins fyrsta tapi, men so eydnaðist tað at svara aftur og skora trý mál, so úrslitið varð 4-4. B68 málskjúttar vóru Hanus Højgaard, Ramzi Toure Idrissou, Loick Jean Henri Lespinasse og Sebastian Lau Nielsen, sum eisini misnýtti brotsspark.

Bogi Reinert-Petersen skoraði tvey mál fyri B36, og hann er nú toppskjútti í Meistaradeildini við sjey málum. Síðsta B36 málið, sum varð skorað, tá ið meiri enn tveir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, var B68 sjálvmál, og Torgeir Børven skoraði eitt mál. Tá átti innskifti Leivur Fossdal Guttesen uppleggið.

Fyrr í dag endaði tað við málleysum javnleiki, tá ið HB hevði vitjan av Víkingi. Í gjárkvøldið vann Skála ÍF 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, sum í kvøld boðaði frá, at Michael Schjønberg ikki longur er venjari hjá felagnum.

12

7

5

0

25

8

26

B36

12

7

5

0

25

10

26

NSÍ

12

8

2

2

23

13

26

Víkingur

12

4

6

2

14

9

18

HB

12

4

3

5

16

18

15

AB

12

4

2

6

17

20

14

B68

12

3

3

6

17

30

12

Skála

12

2

4

6

11

16

10

EB/Streymur

12

2

3

7

11

19

9

07 Vestur

12

2

1

9

6

23

7

Leygardagin 13. juni

NSÍ – B36

07 Vestur – Víkingur

Sunnudagin 14. juni

Skála ÍF – KÍ

EB/Streymur – B68

AB – HB

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

13 tímar síðan

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17