Tað er vanlig semja um, bústaðarneyðin er ein tann allarstørsti trupulleikin í føroyska samfelagnum. Men í ólavsøkurøðu síni fyri eini løtu síðani, segði Beinir Johannesen, løgmaður, at tað er ein trupulleiki, samgongan fer at leggja stóran dent á á at loysa.
Tey ætla sær at seta ferð á bústaðarbyggingina og tað skal gerast við fleiri tiltøkum.
Eitt tiltak, sum verður sett í verk longu frá á nýggjárinum, er, at tað skal verða mvg frítt at byggja sær ein bústað. Men afturfyri missa tey so rentustuðulin, tey annars høvdu fingið.
Ætlanin er eisini at seta tiltøk í verk fyri at fáa hús, sum annars standa tóm, ella verða útleigað til ferðafólk, lagdar um til fastar bústaðir hjá fólki.
Tiltøk verða eisini sett í verk fyri at gera tað lættari hjá teimum, sum skulu útvega sær sín fyrsta bústað. Og somuleiðis er ætlanin at endurkoða byggikunngerðina og at laga hana til føroysk viðurskifti.
Eisini verður hugt at málsviðgerðartíð og kostnaðum í sambandi við matrikulering og tinglýsing og harafturat verður kannað, hvussu kommunurnar kunnu fáa størri frælsi at seta prís á grundstykki.
Fyri at eggja til langtíðarleigu heldur enn stutttíðarleigu gjøgnum eitt nú Airbnb ætlar landsstýriskvinnan at broyta galdandi reglur soleiðis, at leiguinntøkur upp til 100.000 kr. bara verða skattafríar, um bústaðurin verður leigaður út í 12 mánaðir ella longur.
Samstundis ætlar landsstýriskvinnan at seta mark fyri, hvussu nógv húsaleigan kann hækka, so at húsaleigan ikki kann hækka meira enn prísvøksturin, uttan so at serligar orsakir eru at hækka leiguna.
Fyri at gera tað lættari hjá teimum, ið skulu hava sín fyrsta bústað, verður kannað, um tað ber til at seta ein bústaðargrunn á stovn sum kann hjálpa til við einum parti av fíggingini. Ætlanin er at leggja lógaruppskot um tað fyri Løgtingið í vár.
Landsstýriskvinnan hevur gjørt av, at frameftir skulu Bústaðir serliga byggja til ung, lesandi og lærlingar, eldri fólk og fólk við serligum tørvi. Í løtuni verður avtala gjørd við Bústaðir um, hvussu hetta verður skipað, sigur løgmaður