Ongi úrslit

Tað tók einar fimm tímar at sløkkja eldin á Skála

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Beint fyri náttúrða í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var kyknaður upp í timburgoymsluni hjá Skipasmiðjuni, Mest, á Skála.

Talan var um stóran eld og tað gekk ein góð løta áðrenn tamarhald fekst á støðuni. Eitt skifti var dentur fyrst og fremst lagdur á at forða fyri, at eldurin breiddi seg til aðrar bygningar, ella skip, sum stóðu á beding.

Ímeðan eldurin var upp á tað mesta, skiftir ættin so at roykurin fór niðan ímóti bygdini.

Tí heitti løgreglan á fólk um at lata vindeygu og hurðar afur, og heitt varð á tey, sum stóðu og hugdu, um at flyta seg undan roykinum.

Men nú eldurin er sløktur, er ikki nógv eftir av bygninginum.

Tað tók einar fimm tímar at sløkkja, tí tað var ikki fyrr enn klokkan var næstan 22.30, at sløkkiliðið  boðaði frá, at nú var eldurin sløktur uttan nakrir lummar ímillum skins og hold.

Sløkkiliðið hevur verið á staðnum í alla nátt og sløkt teir seinastu neistarnar og forða fyri, at eldurin kyknaði upp aftur.

Tey vita ikki, hví eldur kom í, men tað fara tey nú at royna at kanna.

Her á www.dimma.fo hava vit í gjárkvøldið eisini skrivað fleiri greinar um eldsbrunan og vit hava eisini fleiri myndir.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10