Ongi úrslit

Tað verður ólag á flúgvingini í dag – og kanska fyrrapartin í morgin

At ringja til Atlantsflog í dag er verri enn at ringja til læknavaktina

Áki Bertholdsen
5. apríl 2023 kl. 12:45

Tað er stórt ólag á flogferðsluni til og úr Føroyum í dag. 

Atlantsflog hevur 10 flogfør, sum koma til Føroya í dag, bæði úr Danmark, Noregi og úr París og tey eru øll seinkað.

Somuleiðis skulu níggju flogfør úr Føroyum í dag, og átta av teimum eru seinkað og tað seinasta, sum skuldi til Keypmannahavnar í kvøld, er avlýst.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at høvuðsorsøkin til støðuna er at finna í tveimum flogførum, sum skuldu koma í gjár, men sum ikki fingu lent.

Annað skuldi koma úr Gran Kanaria í gjár, men tað mátti venda aftur til Keypmannahavnar og hitt skuldi koma úr Keypmannahavn, men tað mátti fara til Bergen.

Tað var so nógvur vindur, at tey ikki fingu lent.

Stjórin í Atlantsflogi sigur, at hetta er høvuðsorsøkin til, at flúgvingin eisini er ávirkað í allan dag. 

Tá ið eitt flogfar er seinkað, forplantar tað seg sum dominubrikkar til tey næstu flogførini, so verða tey eisini seinkað. 

Jóhanna á Bergi sigur, at tað gongur allur dagurin í dag, og kanska fyrraparturin í morgin, áðrenn alt er fingið í rættlag aftur.

Men tey hava eisini ein annan trupulleika, sum elvir til seinkingar. Atlantsflog er farið at flúgva til París aftur, men Fraklandi eru flúgvileiðarar í verkfalli tí teir mótmæla, at pensjónsaldurin skal hækka. Og í Danmark er starvsfólkatrot í flottornunum.

Stjórin í Atlantsflogi sigur, at hóast hetta hevur elvt til nakrar seinkingar, hevur tað kortini eydnast at avgreiða flogførini. 

Allar hesar seinkingarnar hava sett starvsfólkini hjá Atlantsflog á flogvøllinum í Vágum undir trýst. 

Telefonirnar ringja út í eitt, men tey, sum ringja mugu rættiliga brynja seg við toli, tí í dag er tað verri at ringja til Atlantsflog enn tað mangan er at ringja til læknavaktina. 

Fólk sum ringja verða sett í langar bíðirøðir, og tí heitir Atlantsflog á fólk um at fylgja við á heimasíðuni. 

Annars fáa øll, sum hava givið telefonnummarið upp, boð á sms um støðuna í samband við teirra flogferð.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

27. juli kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

Myndir: Faroe Pride 2026

Í gjár kl. 10:30

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30