Ongi úrslit

Taka undir við uppskotinum frá Tjóðveldi - men tað er ikki nokk

Áki Bertholdsen
1. oktober kl. 10:47

Løgtingið viðger nú eitt uppskot frá Tjóðveldi um at geva kommunum heimild til at gera reglur fyri teir bústaðir, sum verða leigaðir út til ferðafólk. Tað kann vera at seta eitt mark fyri, hvussu nógvir dagar um árið, ein bústaður kann verða leigaður út til ferðafólk.

Hesum tekur Ferðavinnufelagið undir við, siga tey í eini viðmerking, nú Løgtingið viðger uppskotið. Tey taka undir við, at vit fáa skipað viðurskifti á hesum øki - men tey siga, at uppskotið frá Tjóðveldi er ikki nokk.

Tey vísa á, at tað eru gistingarhús kring alt landið, men tey siga, at tað er rættiliga óskipað, soleiðis sum bústaðir verða leigaðir út til ferðafólk.

Tey føra fram, at skal talan ikki vera um kappingaravlagandi virksemi, skulu tey, sum leiga bústaðir út til ferðafólk, virka undir somu treytum sum gistingarhúsini.

Og tey siga, at uppskotið, sum nú fyriliggur tryggjar ikki eina javna kapping ímillum gistingarhúsini og tey, sum leiga bústaðir til ferðafólk.

Ferðavinnufelagið sigur, at í minsta lagi eigur tað at verða eitt krav at bústaðir, sum ætlanin er at leiga út til stutttíðarleigu, skulu skrásetast í eina skipan.

Tað merkir, at allir bústaðir sum verða leigaðir út til ferðafólk, skulu skrásetast í eina felagsskrá - uttan mun til um kommunan ásetir reglur fyri stutttíðarleigu ella ikki.

Hetta kann gerast talgilt og krav eigur at vera, at skrásetingarnummarið skal upplýsast, tá ið stuttíðarleiga verður boðin fram.

Endamálið við tí er at gera tað almenna lættari hjá myndugleikum at hava yvirlit yvir hvørjir bústaðir verða leigaðir út til ferðafólk - serliga fyri at tryggja, at rættur skattur og røtt avgjøld verða goldin, so tað ikki virkar kappingaravlagandi.

– Á henda hátt verður eisini tryggjað, at øll gistingarhús hava somu treytir, tá ið tað kemur til

upplýsingarskyldu til Hagstovu Føroya og lógarkravið um burðardygdargjaldið, sigur Ferðavinnufelagið.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55