Ongi úrslit

TAKS fekk viðhald: Maður skal gjalda í føroyskan grunn hóast arbeiði í Noregi

Ein maður, sum arbeiddi í Noregi í tríggjar mánaðir, sleppur ikki undan at rinda gjald í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) í Føroyum fyri 2024. Føroya Kærustovnur hevur staðfest avgerðina hjá TAKS.

© Føroya Kærustovnur.
Ein maður, sum arbeiddi í Noregi í tríggjar mánaðir, sleppur ikki undan at rinda gjald í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) í Føroyum fyri 2024.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Maðurin hevði søkt um frítøku frá at rinda gjald í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) í Føroyum fyri alt árið. Um tað ikki bar til, vildi hann í minsta lagi sleppa undan gjaldinum fyri januar, februar og mars, tá hann arbeiddi í Noregi.

Hann búði tó í Føroyum alt árið, og eftir teir fyrstu tríggjar mánaðirnar fekk hann arbeiði í Føroyum.

Árið kann ikki býtast sundur

Sambært lógini um AMEG verður gjaldið roknað av samlaðu inntøkuni, sum er grundarlag undir skattaútrokningini.

Føroya Kærustovnur staðfestir, at eingin heimild er í lógini fyri at býta árið sundur soleiðis, at ein partur av árinum verður undantikinn AMEG-gjaldi.

Gjaldið til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er sambært avgerðini trý prosent.

Føroysk lóggáva var galdandi

Málið varð eisini viðgjørt eftir norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd og ES-reglum. Meginreglan er, at ein persónur bert kann vera fevndur av lóggávuni í einum landi í senn.

Kærarin hevði bæði búð og arbeitt størsta partin av 2024 í Føroyum, bæði roknað eftir mánaðum og inntøku. Tí var føroysk lóggáva galdandi, stendur í avgerðini hjá Føroya Kærustovni.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

12 tímar síðan

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29