Nú ber til at síggja eitt talgilt yvirlit yvir allar gravirnar í kirkjugarðinum í Líðini.
Vágs Kommuna hevur tveir kirkjugarðar – gamla kirkjugarðin og nýggja kirkjugarðin í Líðini. Í nýggja kirkjugarðinum hevur kommunan nú ment eitt talgilt yvirlit yvir allar gravirnar.
Í yvirlitinum sæst m.a., hvør er grivin hvar, nær viðkomandi er farin foldum frá, og hvørjar gravir eru avlagdar. Tó sæst ikki, hvør hevur avlagt gravirnar.
Vágs Kommuna vónar, at talgilda gravaryvirlitið kann vera til hjálpar hjá fólki, sum ynskja at vitja gravir hjá avvarðandi.
Talgilda yvirlitið sæst her og meira kunning um kirkjugarðar og jarðarferðir sæst her.