Ongi úrslit

Tey hava skrivað søgu tí hetta er fyrstu ferð í Føroyum

Ida, og maðurin, Tummas, eru bæði prestar og hetta er fyrstu ferð, at eini hjún eru prestar í Føroyum
Áki Bertholdsen
5. august kl. 09:09

Sunnudagin var sannur hátíðardagur í Eiðis kirkju, tá ið Ida Lykke Kannuberg tók við sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi.

Tað skrivar Fólkakirkjan

Sóknarpresturin, Jonhard Jógvansson, er farin í lestrarfarloyvi í tríggjar mánaðir, og sostatt er Ida Lykke Kannuberg sett í starv sum virkandi prestur hesa tíðina.

Tað var Ovi Brim próstur, sum skipaði hana í embætið.

Ida, sum er av Vestursælandi, varð prestvígd til tænastu í Danmark í 2021 og hevur síðani verið prestur í Diakonissestiftelsen á Frederiksberg, og aðrastaðni.

Fólkakirkjan sigur, at í hesum føri er talan um eina heilt serstaka hending, tí sunnudagin varð kirkjusøga skrivað á Eiði.

Hetta er nevniliga á fyrsta sinni, at bæði kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður Idu, Tummas Kannuberg er eisini prestur og sunnudagin 16. august verður hann settur í embætið í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi og tað fer fram í kirkjuni í Hvalvík.

Aftaná gudstænastuna borðreiddi kirkjuráðið á Eiði við góðum drekkamunni í snotiligu hølunum hjá EB.

Myndina tók Jens Jákup Hansen

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39