Integratiónssamstarvið í Norðureysturøkinum skipar hósdagin 24. september fyri kunningarfundi fyri fólk, sum nýliga eru flutt til Føroya. Fundurin verður á Miðnámi á Kambsdali frá klokkan 18.20 til 19.20.
Skulu læra føroyska samfelagið betur at kenna
Endamálið er at geva nýkomnum eina góða innleiðslu í føroyska samfelagið. Luttakararnir fáa kunning um føroyska mentan, gerandisdag, rættindi og skyldur, umframt tær tænastur og møguleikar, sum eru tøkir í Føroyum.
Eisini verður høvi at hitta onnur nýkomin og knýta sambond í lokalsamfelagnum.
Nýtt búmerki skal gera samstarvið sjónligari
Integration NorthEast hevur samstundis fingið nýtt búmerki. Endamálið er at styrkja felags samleikan og gera integratiónssamstarvið í Norðureysturøkinum sjónligari.
Bókstavirnir „i“, „n“ og „e“ mynda navnið og skulu samstundis ímynda fólk, sum standa lið um lið.
Búmerkið skal vísa felagsskap, samanhald og fjølbroytni.