Ongi úrslit

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Áki Bertholdsen
5. mai kl. 07:46

Løgreglan hevur tikið eitt fólk fyri at hava stolið úr handlum fleiri ferðir.

Talan er um handilsstuldur í Havn, men tjóvurin avdúkaði seg sjálvan, tí hann royndi at selja burtur av tjóvagóðsinum á Rótikassanum á Facebook.

Løgreglan sigur, at stuldurin varð avdúkaður, tí fólk, sum arbeiddu í einum handli, haðani tjóvurin hevði verið, sá nakrar lutir á Rótikassanum á Facebook, sum tey kendur aftur.

Tey boðaðu løgregluni frá og løgreglan fann so fram til tann, sum hevðu sett vørurnar til sølu. Løgreglan sigur, at heima hjá viðkomandi fann løgreglan eisini fleiri aðrar lutir, sum tey siga eisini vóru stolnir. Løgreglan vil ikki inn á, hvat fyri lutir, talan er um, men teir høvdu eitt ávíst virði.

Løgreglan roynir nú at fáa greiði á málinum og hvaðani lutirnir eru stolnir, og um alt er stolið úr sama handli - og tjóvurin er skuldsettur í málinum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14