RSF hevur gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við Tobias S. Kempf. Sambandið sigur seg vera væl nøgt við arbeiðið, sum hann hevur gjørt seinasta kappingarár. Føroyskir innirógvarar hava havt góða framgongd, og Tobias hevur serliga lagt dent á teknik, menning og arbeiðið við tí einstaka íkaranum.
Vilja tryggja størri støðufesti
– Við einum tvey ára sáttmála fáa vit størri støðufesti í landsliðsarbeiðið, sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya.
Hann vísir á, at sáttmálin gevur Tobias betri møguleika at arbeiða miðvíst og langsiktað við íkarunum og samstundis byggja víðari á tað góða arbeiðið, sum longu er gjørt.
Nýggja kappingarárið er byrjað
Arbeiðið við nýggja kappingarárinum er longu farið í gongd. Fyrsta landsliðsvenjingin var í farnu viku, og ætlanin er at hava regluligar felagsvenjingar gjøgnum heystið og veturin. Tobias fer eisini at vitja feløg kring landið og hava samband við íkarar.
Landsliðið ætlar í kappingarárinum at luttaka í talgilda NM og HM umframt DM, EM og BRIC/HM.