Ongi úrslit

Tokvanlukka í Spania: 64 deyð eftir ógvusligan samanstoyt

Ein møgulig samskiftisvilla kann hava elvt til álvarsligu tokvanlukkuna í Spania, har minst 64 fólk eru deyð og fleiri enn 80 løstað.

© Guardia Civil.
Óhugnalig sjón í Spania. Fleiri tokvognar fóru av sporinum, tá tvey háferðartok stoyttu saman. Minst 64 fólk hava latið lív.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Minst 64 fólk hava latið lív, eftir at tvey háferðartok stoyttu saman í Spania mikudagin. Nú upplýsir spanski samferðslumálaráðharrin, at ein samskiftisvilla kann hava sett trygdarskipanina úr gildi.

Sambært samferðslumálaráðharranum, Óscar Puente, fekk eitt tok hjá Renfe loyvi at halda fram, hóast ljósið vísti reytt.

Tokið koyrdi síðani 25 kilometrar við umleið 200 kilometrum um tíman, áðrenn tað rendi á eitt kyrrstøðandi tok hjá Iryo.

40 av teimum deyðu vóru í sama toki

Sambært myndugleikunum í Castilla-La Mancha vóru 40 av teimum 64 deyðu í Iryo-tokinum, meðan hini 24 vóru í Renfe-tokinum.

Tilsamans vóru 544 ferðafólk í teimum báðum tokunum. Av teimum vóru 397 í Renfe-tokinum og 147 í Iryo-tokinum.

Fleiri enn 80 fólk eru løstað, og 50 teirra hava fingið álvarsligan skaða.

Myndir frá vanlukkustaðnum vísa fleiri illa skaddar tokvognar, sum eru farnir av sporinum og oman eftir eini brekku.

Brutu rútar fyri at sleppa út

Ein teirra, sum kom frá vanlukkuni við lívinum, er Miguel Ángel Pérez.

Hann greiðir sambært sponsku miðlunum ABC og El País frá, at hann og onnur ferðafólk máttu bróta rútar fyri at sleppa út úr tokinum.

Hann lýsir vanlukkuna sum ræðuliga og ólýsandi.

Spanska hernaðarliga tilbúgvingareindin UME er send á vanlukkustaðið at hjálpa bjargingarfólkunum.

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sánchez, hevur vitjað økið, og í Andalusia eru tríggir almennir sorgardagar lýstir.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30