Ongi úrslit

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

Hann bílegði pláss á skaðastovuni, áðrenn hann helt grækarismessurøðuna á Vaglinum í dag

Jonhard Hammer
15. mars kl. 11:45

Tað vakti av álvara ans, tá ið Tórbjørn Jacobsen fyri løtu síðani legði mynd á facebook, sum vísir, at hann liggur í sjúkrasong á Landssjúkrahúsinum.

Vit tosaðu við Tórbjørn Jacobsen fyri lítlari løtu síðani, og hann greiður soleiðis frá, hvat hevur gingið fyri seg í dag.

-Fleiri teir seinastu dagarnar havi eg havt pínu í øðrum arminum, og armurin kendist vera deyður fyrr í dag, men eg vildi ikki geva avboð, tá ið eg hevði lovað at halda grækarismessurøðuna í høvuðsborgini. Áðrenn eg fór á Vaglið, høvdu vit bæði konan verið í sambandi við Landssjúkrahúsið og avrátt við tey har úti, at eg skuldi koma á skaðastovuna, tá ið grækarismessuhaldið var liðugt.

Tá ið vit komu á sjúkrahúsið og fyrstu kanningarnar vóru gjørdar, var tað greitt, at eg varð innlagdur. Hvussu leingi tað verður, veit eg ikki, men eg fegnist um, at vit hava so gott heilsuverk, sum vit hava, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum liggur einsamallur í einari stovu.

Hann letur heilsa og takkar fyri allar tær positivu reaktiónirnar, sum hann hevur fingið fyri røðuna, sum hann helt í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

Í gjár kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58