Ongi úrslit

Tórsfest 2026: Øll hesi fara á pall fríggjadagin 24. juli

Kendar poppstjørnur, føroyskir klassikarar, elektroniskur tónleikur og smærri konsertir seta dám á Havnina, tá Tórsfest verður 24. juli. Christopher, Benjamin Hav, Marius Ziska, RSP og ein røð av kendum føroyskum tónleikarum eru millum mongu nøvnini á skránni.

Edmund Jacobsen
13 tímar síðan

Tórsfest 2026 verður fríggjadagin 24. juli. Á skránni eru stórar pallframførslur, elektroniskur dansitónleikur, hornatónleikur, dansiband og smærri konsertir kring miðbýin.

Millum størstu útlendsku nøvnini eru danska poppstjørnan Christopher og Benjamin Hav & Familien. Sambært fyriskiparunum hevur tónleikurin hjá Christopher verið stroymdur meira enn fýra milliardir ferðir, og hann hevur hildið útseldar konsertir í fleiri heimspørtum.

Føroyski rappbólkurin RSP og Marius Ziska eru eisini á skránni.

Seks føroyskar røddir hittast í All Stars

Eitt av stóru føroysku innsløgunum verður All Stars. Har fara Edmund Jacobsen, Ólavur Højgaard, Guðrun Sólja Jacobsen, Terji Rasmussen, Danny Baldursson og Sophilia Wraae Mukisa á pall saman við einum serligum All Stars-bólki.

Áhoyrararnir kunnu vænta føroyskar klassikarar, kendar røddir og nógv løg, sum hava fest seg í føroysku fólkaognina.

Føroyskir klassikarar úr fleiri áratíggjum

Eyðun Nolsøe Band fer eisini á pall. Í ár eru 30 ár liðin, síðan Eyðun Nolsøe gav út sína fyrstu soloútgávu. Millum kendu løgini eru Dansa og Sjalusi.

Havnar Hornorkestur kemur við umleið 30 blásarum. Benjamin Petersen, sum eisini er kendur undir listanavninum Son of Fortune, verður gestasangari. Saman fara tey millum annað at framføra kend løg og rokkklassikarar.

Í Reinsarínum fer Sommerson Band at spæla føroyskan dansibandstónleik.

Elektroniskur tónleikur og diskarar

Brynjolfur er millum elektronisku nøvnini á skránni. Hann hevur framført á festivalum sum Roskilde Festival, Distortion Festival og Sónar Festival og á klubbum kring Norðurlond og aðrastaðni í Evropa.

Eisini HARALDSEN og jogvanb fara at diska. Tey leggja upp til dans við nýggjum og tíðarleysum hittum, føroyskum løgum og gloymdum perlum.

Smærri konsertir skapa nærveru í miðbýnum

Kaffihúsið og Umami verða eisini partur av Tórsfest. Uttan fyri støðini verða smærri og nærverandi konsertir við Signari og John, Janusi á Húsagarði og Rut og Mikkjali.

Har verður dentur lagdur á felagssang, góðan tónleik og hugnaligar løtur tætt at áhoyrarunum.

Atgongumerkini kosta 895 krónur umframt avgreiðslugjald.

Mest lisið hesa vikuna

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Grát mín elskaði býur

20 tímar síðan

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

Í gjár kl. 21:30

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00