Umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina hittust 4. juni í Tórshavn til partalagsfund sambært yvirlýsingini, sum Føroyar og USA undirritaðu í 2020.
Fokus á handil, orku og talgilding
Fundurin varð leiddur av Kelly Billingsley, varaundiruttanríkisráðfrú í amerikanska uttanríkisráðnum, og Jóannesi V. Hansen, stjóra í Uttanríkistænastuni. Á skránni vóru altjóða raðfestingar og fleiri mál av felags áhuga, millum annað orka og tilfeingi, handilsviðurskifti, talgilding og tilbúgving.
Fleiri búskaparligir møguleikar
Sambært Uttanríkis- og fiskimálaráðnum fegnast báðir partar um framhaldandi áhugan at styrkja sambandið millum Føroyar og USA. Endamálið er at skapa fleiri búskaparligar møguleikar og styrkja samstarvið á økjum, har londini hava felags áhugamál.
Fundurin er partur av formliga samstarvinum, sum varð staðfest við partalagsyvirlýsingini frá 2020, og vísir, at sambondini millum Føroyar og USA framvegis hava politiska og búskaparliga raðfesting hjá báðum pørtum.