Ongi úrslit

Tórshavnar kommuna hevði 41 milliónir í avlopi í 2025

Tórshavnar býráð samtykti týskvøldið ársroknskapin fyri 2025, sum vísir eitt avlop upp á 41 milliónir krónur. Árið fyri hevði kommunan eitt hall upp á 184 milliónir krónur.

Edmund Jacobsen
7. mai kl. 14:04

Samlaðu inntøkurnar hjá kommununi vóru 1.511 milliardir krónur í 2025. Tað er ein vøkstur upp á 88 milliónir krónur, svarandi til 6,2 prosent samanborið við árið fyri. Sambært kommununi stavar vøksturin serliga frá hægri kommunuskatti, felagsskatti og skatti av eftirlønarinngjøldum.

Rakstrarútreiðslurnar vuksu

Rakstrarútreiðslurnar vóru 1.149 milliardir krónur í 2025. Tað eru 89 milliónir krónur meira enn í 2024, svarandi til ein vøkstur á 8,4 prosent.

Størsti parturin av útreiðslunum fór til vælferðarøkini. Almanna- og heilsumál fingu 342 milliónir krónur, meðan børn og ung fingu 273 milliónir krónur. Teknisk mál kostaðu 172 milliónir krónur.

Barnaansingin hevði størsta vøksturin við 19,4 milliónum krónum. Mentanarútreiðslurnar vuksu 7,3 milliónir krónur, meðan almannamál og útbúgving eisini kostaðu meira enn árið fyri.

Íløgurnar minkaðu nógv

Kommunan gjørdi íløgur fyri 326 milliónir krónur í 2025. Árið fyri vóru íløgurnar 508 milliónir krónur.

Størstu íløgurnar fóru til børn og ung, almannaøkið og tekniska økið. Millum annað fóru 36,7 milliónir krónur til dagstovnin á Argjahamri og 19,3 milliónir krónur til frítíðarskúlan við Botnánna í Kollafirði.

Skuldin framvegis oman fyri 400 milliónir

Langfreistaða skuldin hjá kommununi var 421 milliónir krónur við árslok 2025. Av hesum hoyrdu 147 milliónir krónur til Tórshavnar Havn.

Samlaði tøki peningurin hjá kommununi var 117 milliónir krónur við árslok.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17