Tórshavnar kommuna bjóðar hósdagin 26. november til almennan borgarafund í Reinsarínum, har borgararnir kunnu vísa á vandamikil vegamót og ótryggar leiðir í kommununi.
Endamálið er at bøta um umstøðurnar fyri ábæra ferðslu. Serligur dentur verður lagdur á súkkluferðsluna, ljóðar tað frá Tórshavnar kommunu.
Borgararnir skulu vísa á vandastaðini
Fundurin byrjar við framløgum frá kommununi og ymiskum áhugapørtum. Síðani verða luttakararnir býttir í bólkar, har teir kunnu vísa á vegamót og leiðir, sum eftir teirra tykki eru ótrygg ella vandamikil.
Á stórum kortum kunnu borgararnir vísa á støð, har tørvur er á ábótum.
Nøkur av hesum støðunum verða síðani vald út, og bólkarnir skulu umrøða møguligar loysnir og leggja fram uppskot.
Umboð fyri áhugafelagið Ábær ferðsla og Súkklufelagið hjálpa til við bólkaarbeiðinum.
Framløgur um ferðslu og rørslu
Fundurin byrjar klokkan 16.00 við, at Elsa Berg bjóðar vælkomin.
Rasmus Biskopstø greiðir frá flytførispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, og áhugafelagið Ábær ferðsla leggur fram síni sjónarmið um ferðslu.
Eisini verða framløgur frá Kollafjarðar skúla um rørslu í gerandisdegnum og frá Helga Winther Olsen um rørsluvanar.
Bólkaarbeiðið byrjar klokkan 17.15. Klokkan 18.00 fáa bólkarnir høvi at leggja niðurstøðurnar fram.
Óluva Zachariasen verður fundarstjóri.
Fundurin er almennur og endar klokkan 18.30.